Stjørnan var um reppið at gerast fyrsta liðið í hesum kappingarárinum, sum knúgvaði stinnu kvinnunum hjá Neistianum. Stjørnan var á odda 27-22, tá tíggju minuttir restaðu í. Tá tók Stjørnan eitt time out. Eftir hetta kom av álvara vend í og Neistin vann 31-29.
- Time Out´ið við støðuna 22-27 bjargaði okkum, tá vit fóru á vøllin aftur vístu spælararnir endiliga hvat tær veruliga duga, greiðir Kári Horn, venjari hjá neistakvinnum frá. Kári Horn er alt annað enn nøgdur við tað, sum hendi gjøgnum teir fyrstu 50 minuttirnar í dystinum, men hann fegnast kortini um, at hansara spælarar fingu eina áminning um, at ein má stríðast allar 60 minuttirnar av dystinum.
Svein Rógvi hevði onki val
Svein Rógvi ásannar, at dysturin vendi eftir steðgin tíggju minuttir fyri tíð, men hevði gjørt tað sama umaftur um hann fekk møguleikan.
«Eg hevði einki val. Okkara orkaðu ikki meir og battríini vóru fløt, staðfestur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.
Sostatt metir hann ikki, at tað var sjálvur steðgurin, ið vendi dystinum, men heldur at orkan var uppi hjá Stjørnuni.
Hetta er aðru ferð í hesum kappingarárinum, at Stjørnan gevur Neistanum skarpan gang. Tað gjørdu tær eisini í dystinum í Havn. Lykilin til góðu avrikini skal finnast í upptaktini til dystirnar.
«Í báðum førum hava vit havt fólk til venjing undan dystunum móti Neistanum, og tað hevur verið munurin í mun til hinar dystirnar, sigur Svein Rógvi.
Tað hevur gingið illa við at fáa fólk at møta upp til venjing, men síðani ársskiftið hevur gongdi verið beint uppeftir.
«Vit hava havt somu spælararnar til venjing í eina tíð og tað sært tú aftur á vøllinum í dag. Eg trúgvi upp á, at Stjørnan kann vinna á Neistanum, sigur Svein Rógvi víðari.
Stjørnan er steypalið
Stjørnan er steypalið burturav og tær eru aftur í hálvfinaluni. í steypakappingin í ár. Spurningurin er so um Stjørnan er einasta liðið, ið kann geva Neistinum skarpa gang í eini møguligari steypafinalu.
«Halda spælararnir fram við at venja sum tær gera nú, so gongur tað bara ein veg, sigur venjarin hjá stjørnuni.
Tær skulu møta VB og fyrra hálvfinalan er komandi leygardagin. Fleiri av spælarunum hjá Stjørnuni hava góðar royndir í steypakappingini, so tað er ikki óhugsandi, at Stjørnan ger bart har.
Sterkar verjur
Tað var sterkt verjuspæl, sum var eyðkendi dystin í Vági millum VB og Kyndil . Støðan í fyrra hálvleiki var 4-7 til Kyndil. Tað má sigast at verða heldur sjálvsamt, at eitt lið í bestu deildini bara megnar at skora fýra mál í einum hálvleiki. Millum annað brendi VB øll fýra brotskøstini liðið fekk í dystinum.
Kyndil hevur nú sett seg tung á annað plássið við 15 stigum, meðan VÍF/Tjaldur, sum tapti fyri StÍF, framvegis bara hevur átta stig á triðja plássi.
VB – Kyndil 14-19 (4-7)
VB: Rannvá Johannessen 5, Tamara Radic 5, Andrea Nielsen 2, Gurið Mortensen 1, Helga Eyðunsdóttir 1
Kyndil: Simona Iacob 7, Randi S. Wardum 4, Anja Heinadóttir 3, Guðrið G. Eysturberg 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Bjarta Johansen 1
Dómarar: Uni og Hannis Wardum
Stjørnan – Neistin 29-31 (16-18)
Stjørnan: Ella Petersen 9, Simona Petersen 7, Ema Bezanovic 6, Lovisa Lassen 3, Una Olsen 3, Eyðvør Klakstein 1
Neistin: Barbara Brauer 11, Nicoleta R. Hansen 5, Marjun Danberg 4, Bára Hansen 4, Rakul Augustinussen 3, Unnur Danielsen 2, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1
Dómarar: Daniel Rapa og Niclas Niclasen
VÍF/Tjaldur – StÍF 20-28 (9-15)
VÍF/Tjaldur: Liljan Durhuus 7, Eilin Hansen 4, Tóra Seloy 4, Ansy Sevdal 3, Amanda Kristensen 2
StÍF: Fríðrún Danielsen 7, Oddrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Birna Tummasardóttir 4, Paula Høgnesen 3, Bára Berthelsen 2, Guðrið Poulsen 1, Mariann Petersen 1, Lena Weihe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 11 349 255 94 22
2 Kyndil 12 275 265 10 15
3 VÍF/Tjaldur 10 237 265 -28 8
4 VB 10 233 248 -15 7
5 Stjørnan 11 252 274 -22 6
6 StÍF 10 245 284 -39 6