Tað var ein ikki sørt bilsin Andreas Lava Olsen, sum frá einum vinmanni fekk at vita, at hann var úttikin til venjingarleguna í Thailandi.
Eftir landsliðssteðg í meir enn trý ár, er Andreas Lava Olsen aftur í føroyska landsliðshitanum. Men tað er ikki frítt, at leirvíkingurin gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini um landsliðsúttøkuna hesaferð.
- Eg las á heimasíðuni hjá FSF, at landsliðið skuldi á venjingarlegu í Thailandi. Beinanvegin hugsaði eg, at tað hevði verið fantastiskt at fingið møguleikan aftur á føroyska landsliðnum, men tá eg samstundis las, at Lars Olsen fáar dagar seinni fór at úttaka hópin, væntaði eg als ikki at verða boðsendur, sigur Andreas Lava Olsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Seinast leirvíkingurin var partur av føroyska A-landsliðnum, var í september 2009, tá Føroyar spældu tveir tættar EM-undankappingardystir móti Eysturríki og Litava. Dystin í Eysturríki taptu Føroyar 3-1 og Andrias skoraði føroyska málið.
- Eg havi verið rættuliga nógv plágaður av skaðum, siðani eg fór til Danmarkar at lesa fyri tveimum árum síaðni. Eftir summarsteðgin í fjør byrjaði eg av álvara at venja aftur og nú gongur væl, sigur Andreas Lava Olsen víðari við fsf.fo
Góða gongdin sæst eisini aftur í málskjótingini. Í seinastu seks dystunum fyri FREM, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark, hevur leirvíkingurin skorað fimm mál. Framherjin trívist væl í Frem og hevur fyribils ongan ætlanir at um at koma aftur til Føroyar at spæla.