Samantha Marson skuldi viðeinum flogfari hjá British Airways úr Miami til London, men hon slapp ikki avstað.
Tá hon kom til eftirlitið í floghavnini, segði hon við eftirlitsmenninar, at hon hevði tríggjar bumbur í kuffertinum. Teir bóðu hana endurtaka tað, sum hon hevði sagt, og tað gjørdi hon. Eftirlitsmenninir løgdu hana í hondjørn og fóru við henni í fongslið, sjálvt um hon royndi at greiða teimum frá, at hetta sjálvandi var skemt.
Eingin bumba var í kuffertinum, men eftirlitsmenninir hildu ikki, at Samantha Marson hevði verið serliga skemtilig. Tað heldur ákæruvaldið í Miami heldur ikki. Teir krevja, at hon skal fáa fongsulsrevsing eftir einari lógargrein, sum kann gera, at hon sleppur at sita handan rimarnar tey næstu fimtan árini, fær hon harðastu revsing.
Rættarmálið byrjartann 6. februar.