– Eg havi snakkað fyri deyvum oyrum

Martin Kúrberg er ikki nøgdur við, hvussu myndugleikarnir hava handfarið trupulleikarnar við rúsevnum í Føroyum seinastu árini - hann hevur nevniliga ávarað um núverandi støðu leingi

Leiðarin á Herberginum, Martin Kúrberg, heldur tað vera løgið, at kjakið um føroyska rúsevnið nústaðni er byrjað. Tí hann hevur júkað upp í saman um hesa støðuna í fleiri ár nú. Hann følir, at mann frá politiskari síðu hevur bíðað við at sett tiltøk í verk, til tað er for seint, nú nógv rúsevni hava verið í umferð í Føroyum í eina tíð.

– Í 2012 skrivaði eg um tað, sum er hent nú. Men politikararnir hava ikki tikið tað í álvara fyrr enn nú. Hetta er nakað, mann leingi hevur vitað fer at henda í Føroyum. Men eg má bara staðfesta, at mann hevur snakkað fyri deyvum oyrum, sigur Martin Kúrberg.

Hann fegnast tó um, at myndugleikarnir hava sett harðari inn nú seinastu tíðina. Men hann stúrir fyri, at talan bara er um tíð, áðrenn hetta fánar burtur aftur.

– Rúsevni eru millum tey temu, sum koma upp í samfelagnum og eru uppblást í eina løtu, men so tagnar tað aftur. Tað havi eg sæð so ofta fyrr, sigur Martin Kúrberg. 

Rætta loysnin fyri at basa trupulleikanum er ikki at blaka fólk í geglið, heldur Martin Kúrberg. Í staðin eigur mann at broyta hugburð.

– Mann skal taka ábyrgd. Føroyar eru eitt lítið land, men rúsevnismarknaðurin er stórur. Ein máti at loysa nakað av trupulleikanum uppá, er at mann byrjar við at hugsa um tað umhvørvið, sum mann býr í. Er tað ein bygd, so skal man ikki vera líkaglaður, um tað gongur út yvir grannan, men hjálpa til, sigur hann. 

– Tað tykist sum, at mann í Føroyum hevur hugburðin: "bara tað ikki rakar meg, so er fínt". Men tað er tann skeivi hugburðurin. Tí ein dag kann tað væl raka teg og tíni. Nógv for nógv koma í klemmu av rúsevnum, sigur Martin Kúrberg.