Sambandsflokkurin
? Eg føli, at eg havi ongantíð havt so góðan stuðul í sambandsflokkinum, sum akkurát nú.
Kaj Leo Johannesen følir seg hampiliga tryggan í formanssessinum í sambandsflokkinum.
Tað ger hann, hóast tveir av tingmonnum flokksins, Edmund Joensen og Johan Dahl, beint eftir fólkatingsvalið góvu ilt av sær og róðu framundir, at leiðsluspurningurin í flokkinum átti at verðið viðgjørdur av nýggjum.
Sambandsflokkurin fekk ein frammaná ávalinum. Hann ikki bara misti fólkatingssessin, men hann gjørdust enntá minstur av teimum fýra stóru flokkunum. Tað fekk tingmenn í flokkinum at lufta tankan í Útvarpinum og í Sosialinum um at fáa annan formann at standa á odda fyri sambandsflokkinum í royndunum at fáa hann at veksa seg stóran aftur.
Sjálvur helt Kaj Leo beint eftir valið, at tað, sum flokkurin hevur mest brúk fyri, er tryggleiki og tað skapar ikki tryggleika at skifta formann annaðhvørt ár. Hann helt eisini at hann átti at fáa eina rímiliga tíð til at byggja flokkin uppaftur.
Tí ætlaði hann sær ikki at leggja kongin, sum formaður sambandsfloksins.
Ongantíð so góðan stuðul sum nú
Og hetta stendur hann við, hóast tveir av tingmonnum floksins hava gloppa dyrnar fyri at skifta formann.
Hann ger vart við, at hann hevur ongar viðmerkingar til smálutirnar í tí, sum tingmenninir halda um leiðsluspurningin í sambandsflokkinum.
? Ónøgd í flokkinum skal viðgerast innanhýsis, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men hann leggur afturat, at ein floksformaður verður vigaður einaferð um árið, tá ið flokkurin hevur landsfund.
Og tá er ein og hvør vælkomin at bjóða seg fram at verða formaður og so verður valt sum tað eigur í einum fólkaræði, har tann, sum fær meirlutan, vinnur valið.
? Eg eri biðin um at tæna flokkinum og tað geri eg, til flokkurin heldur, at onkur annar skal tæna flokkinum. Og tá ið tann dagur verður, fari eg at stuðla honum ella henni fult út, sum skal taka við eftir meg.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hann er sum japanarar: Teir byrja við at sópa gólv, so arbeiða teir seg uppeftir, men teir enda aftur við at sópa gólv.
Tað góðtaka teir og tað geri eg eisini og eg fari altíð at stuðla teirri avgerð 100% sum valfeløgini kring landið gera av.
Men í løtuni kennir Kaj Leo Johannesen seg ikki bara at hava stuðul frá valfeløgunum kring landið. Hann heldur enntá, at hann hevur ongantíð havt so góðan stuðul sum akkurát nú.
? At tað so einstakir limir, sum eru ónøgdir, slepst neyvan undan, men tað ætli eg mær at viðgera innanhýsis.
Hann ásannar eisini, at tær ósemjur, sum hava verið í flokkinum, hava neyvan tænt honum.
Hann ásannar eisini, at uppstillingin í Suðurstreymoy er ikki nóg sterk.
? Tí skulu vit gera okkum størri ómak at finna eitt størri tal av væl skikkaðum valevnunum.
Kortini vil hann ikki ásanna, at seinasta løgtingsval var so vánaligt hjá sambandsflokkinum.
? Vit høvdu eitt tað besta úrslitið seinastu 20 árini. Men tíverri varð úrslitið mett útfrá eini veljarakanning, sum gav okkum næstan 30% av atkvøðunum. Og afturímóti veljarakanningini, var valið ikki gott. Men tað er iki rætt at meta úrslitið útfrá eini veljarakanning, sigur Kaj Leo Johannesen.