Tað skal verða lættari hjá føroyingum, sum eru uttanlands í lestrarørindum, at velja á løgtingsvalið.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at tað hevur hon beinleiðis lovað útisetum.
Føroyingar, sum lesa uttanlands, hava framvegis valrætt í Føroyum. Men tann, sum vil sleppa at velja, skal fyrst verða skrásettur á einum vallista.
Men tað er so tvørligt, at nógv tey flestu hætta sær ikki undir tað, men tveita frá sær, hóast tað kostar teimum møguleikan at velja til løgtingi.
Fyri at kunna velja, skulu tey venda sær tiltað føroysku kommununa, tey seinast vóru skrásett í, og biða um at verða sett á vallistanum. Men tað er langur vegur at koma hartil.
Les eisini: Ringt hjá føroyingum uttanlands at brúka sín rætt
Tað fyrsta, sum krevst, er, at tey lesandi fáa skrivliga váttan frá lærustovninum um, at tey eru lesandi
Síðani skulu tey lesandi prógva, at tey hava verið búðsitandi í Føroyum í minsta lagið fimm ár tilsamans. Hetta bústaðaryvirlitið fæst frá teimum, kommununum, sum tey hava verið skrásettur at búgva .
Øll hesi skjøl skulu síðani senfast kommuni, tey vórðu skrásett í, við umbøn um at verða sett á vallistan.
Les eisini: Løgtingsvalið: 1000 atkvøður í leysum lofti
- Verður ein upptikin á vallistanum, er valrætturin einans galdandi í TVEY ár frá UPPTØKUdegnum.
Tá ið so valrætturin er tryggjaður, skulu útisetarnir syrgja fyri at ferðast av sínum búplássi til nærmastu sendistovuna ella konsuláti hjá antin Føroyum ella Danmark.
Hetta er so tvørligt, at tað er bara ein lítil partur av teimum lesandi, sum tíma ígjøgnum alla mylnuna, og bara í Danmark, eru yvir 1000 lesandi, sum ikki eru skrásttir veljarar.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Anniku Olsen greiða frá á Rás2, hvat hon ætlaði at gera við støðuna, og nær, hon ætlaði at gera nakað. Tað fyrsta, hon varð spurd um, er, um hon heldur, at núverandi skipan er ein mannagongd, sum tryggjar nóg stóra vallutøku ímillum útisetar.