»Eg havi ikki verið so sjúk í 20 ár«

Anna Maria E. Antoniussen er ein av 137 føroyingum, sum hava fingið staðfest sjúkuna H1N1 vanliga nevnd svínakrím. Tilburðirnir av sjúkuni eru minkandi, men landslæknin, Høgni Debes Joensen, væntar, at sjúkan fer at gera meira um seg, nú heystið er ávegis

- Tað tók fimm minuttir frá tí at eg var frísk, til eg hevði høgan fepur og ilt í kroppinum, sigur Anna Maria E. Antoniussen.

Í tríggjar dagar hevði hon yvir 40 stig og lá bara í songini – fjóðra dagin fór fepurin niður á 39 stig, men tað tók heilar seks dagar, áðrenn hon var fepurfrí.

- Eg ringdi til læknan, men hon segði, at mær nýttist ikki at koma og taka nakra roynd eftirsum eg hevði øll eyðkenni hjá H1N1, sigur Anna Maria E. Antoniussen, ið vanliga starvast sum leiðari á Dagstovninum í Hoyvík.

Sama dag, sum Anna Maria gjørdist sjúk, vóru eisini trý børn á stovninum staðfest við sjúkuni.

Hon var heima ta einu vikuna, ein skal verða heima, men tað tók tvær vikur, áðrenn hon heilt kom fyri seg aftur.

- Eg havi havt vanliga influensu fyrr, men hetta var so nógvar ferðir verri, tað tók sera hart upp á kroppin at hava høgan fepur í so nógvar dagar, sigur hon.

Av teimum 137 staðfestu tilburðunum í Føroyum eru tað einans tvey, sum hava verið innløgd á sjúkrahús, og tey hava tað bæði gott í dag.

Í august vóru umleið 30 tilburðir staðfestir um vikuna, men seinastu vikurnar eru færri staðfest við sjúkuni.

- Heystið er júst byrjað, og tað er vanlig influensatíð, so vit vænta, at sjúkan fer at vinda upp á seg aftur, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.

Hann mælir øllum til at fylgja teimum leiðreglum, sum eru stungnar út í kortið. Vaska hendurnar ofta, hosta og njósa í ermuna og verða heima, um ein er sjúkur.

Koppsetingin kemur væntandi ikki í gongd fyrrenn í november, eftirsum koppingarevnið skal góðkennast av evropeisku myndugleikunum.

- Væntandi verður vandabólkurin, ið vanliga skal koppsetast fyri vetrarinfluensu samstundis koppaður fyri H1N1, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.

Hann væntar, at H1N1 fer at gera um seg eini tvey ár aftrat.


Verj teg og onnur fyri H1N1

• Vaska hendurnar ofta

Influensavirus setir seg á hendurnar og spjaðir seg við hondheilsan og av hurðahandtøkum. Tí verður rátt til at vaska hendurnar ofta og við sápu.


• Hosta ella njósa í ermuna

Influensavirus smittar, sum smáir dropar frá hosta, njósa og líknandi. Legg út yvir munnin og nøsina, tá tú hostar ella nýsurr. Nýt einnýtis lummaklút ella ermuna í staðin fyri hondina.


• Ver heima, um tú ert sjúk/ur

Influensa spjaðir seg skjótt í skúlum, á arbeiðsplássum og stovnum. Ring til lækna í staðin fyri at møta upp í bíðirúminum ella á sjúkrahúsinum.


Serligir vandabólkar

Hevur tú niðursett lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursetta immunverju skal tú verða serliga ansin. Um so er skal tú seta teg í samband við egnan lækna, um tú ella onkur í húsinum fáa influensa.


Barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni, og foreldur at børnum undir 2 ár við influensueyðkennum, eiga at seta í samband við lækna.


Influensa A (H1N1) er eitt nýtt virus, sum upp á stutta tíð hevur spjatt seg um allan heimin. Í allar flestu førum er sjúkan mild og hæsar av eftir fáum døgum. Kortini er tað týdningarmikið at avmarka smittuna.

Kelda: Heilsumálaráðið