– Eg havi hugsað nógv um teg

SJÓNLEIKUR Ein nemandi leikur um sorgina hjá eini mammu, sum hevur mist síni børn – og um, hvussu umhvørvið samskiftir uttan um fólk í slíkari støðu

Við leikinum »Sár á Sál« lýsir Kristina Sundar Hansen sorgina og pínuna hjá eini mammu í dramatiskum formi. Tað er vanlukkan 7. mars í 2006, tá báðir synir hennara doyðu í eini eldsvanlukku saman við einum vinmanni, sum er grundarlagið undir leikinum.
Høvundurin segði við Sosialin næstsíðsta vikuskifti, at endamálið við leikinum er at samskifta.
– Eg vildi taka upp eitt burturtagt evni, sum fólk eru bangin fyri at fara inn í, segði hon.
Men hon segði samstundis, at leikurin ikki var skrivaður sum terapi.
Leikurin er skrivaður sum ein dramayrking í 20 pørtum. Hann byrjar, tá mamman er á sjúkrahúsinum aftan á vanlukkuna, tá synirnar eru komnir hagar. Hon lýsir nágreiniliga støðuna á sjúkrahúsinum, har teir lívleysu kropparnir liggja. Hon fær seg ikki til at trúgva tí, at vanlukkan hevur kostað teimum lívið. Vildi trúgva, at teir svóvu – og hevði bestan hug at biðja teir koma heim, teir skuldu í song, tí teir skuldu tíðliga upp í morgin...
– Her er so stilt. Eg hoyri bara meg sjálva anda. Innan í mær hevur eitt óvanliga djúpt lágtrýst tikið seg upp. Ein miskunnarleysur stormur, sum reisir eina flóðaldu við ógvusligari megi, sum dregur út á hav. Eg kenni hendan sjógvin, tí eg havi verið har fyrr! Skal eg fara aftaná? Nólsoyarfjørður ikki longur ein kaldur og hartrekandi vandasjógvur, men eitt lokkandi blátt floyalsklæði, sum eg bara kann glíða inn í. Men um eg ikki verið funnin? Eg havi ein grøv undir liðini á tykkum...
Leikurin er samansettur av brotum, sum lýsa tíðina og tankar hennara frá vanlukkudegnum fram til, at hon tók avgerðina um at flyta av landinum. Hann sigur frá, hvussu mamman upplivdi tíðina, um hennara sálarstríð og stríð fyri at koma inn aftur í verðina.
Leikurin vísir, hvussu umhvørvið samskiftir við mammuna eftir hendingina. Fólk óttast at tosa beinleiðis við hana – hon hevur eina kenslu av, at samskiftið gongur uttan um hana, heldur enn við hana. Hon lýsir hetta eitt nú við smágentuni, sum sigur við hana, at tá hon verður stór, skal hon geva teimum eitt nýtt barn.
Hetta er ein kensla, sum øll kenna og sum øll óttast. Bæði tey, sum hava mist, og tey, sum skulu møta fólki, sum hava mist.
– Eg hugsi ofta um teg, eru fyrstu orðin í leikinum. Og júst hesi orðini, er tað sum høvundurin roynir at venda. Og hon spyr, hvussu fólk hugsa:
– Er tað veruliga meg, tú hugsar um. Ella er tað óttin fyri, at tú skalt enda í somu støðu sum eg, tú hugsar um.
Ein ógvuliga viðkomandi spurningur, tí hvat er tað, sum fær okkum at hugsa um fólk við sorg? Er tað næstrakærleikin, ella er tað óttin fyri tíni egnu lagnu?
Tað var ein ógvuliga kensluborin løtu á Tjóðpallinum hendan tíman, leikurin vardi. Evnið var kent frammanundan, men Kristina Sundar Hansen hevur dugað sera væl at halda leikinum á einum slíkum støði, at hon ongantíð fór ov langt við hesum sera kensluborna evni.
Leikurin fær fólk at hugsa um duld mein hjá næsta okkara, hann talar til samvitsku okkara um at fáa okkum at bróta tøgnina.
Sár á Sál er ein tveymansleikur, og sum leikarar hevur Kristina Sundar Hansen valt royndu yrkisjónleikaran Anniku Johannesen og nýútbúna yrkisleikaran, Sofíu Nolsøe.
Tær framføra væl. Annika Johannesen hevur leiklutin sum mamman, meðan Sofía Nolsøe hevur ymsar leiklutir sum tey, ið samskifta við mammuna.
Frumframførslan var leygarkvøldið, og leikurin verður sýndur fram til 24. februar, seks sýningar um vikuna.


-------------

FAKTA:
Høvundur og leikstjóri: Kristina Sundar Hansen
Dramaturgisk vegleiðing: Janek Szatkowski
Pallmynd, búnar og plakat: Hansina Iversen
Ljósmynd og pallsmíð: Árni Baldvinsson
Ljóðmyd: Jón McBirnie
Video, Pallsmíð, ljós- og ljóðansing: Mikkjal Arge Galán

Leikarar:
Mamman: Annika Johannesen
Aðrir leiklutir: Sofía Nolsøe

Fyrisiting: Laura Joensen
Hjálparfólk: Frans Arge Galán
Teskari: Vár B. Jacobsen
Foto: Finnur Justinussen



---
Sár á Sál

Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.
?Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.?
Sár á Sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.?
Sár á Sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu. ?
Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.?
Sár á Sál kann vónandi verða viðvirkandi til at loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.?
www.tjodpallur.fo