Hvat hevur tú fingið burturúr X-Factor?
- Tað týdningarmesta er sjálvandi, at nú vita tvær milliónir fólk, hvør eg eri. Eg havi eisini fingið nógvar royndir. Bæði góðar og ringar. Og so havi eg sjálvandi fingið nógvar vinir og kenningar. Men eg havi lært ótrúliga nógv um meg sjálva. Eg havi lært, at eg ongantíð aftur fari at geva eina fløgu út, uttan at tey, sum arbeiða við mær, brenna fyri sakini.
Hevur tú dugað nógv væl at útnytta X-Factor heitið?
- Heilt erligt, so havi eg nokk ikki dugað tað nóg væl. Tá fløgan kom út, heglaði kritikkurin niður yvir meg, og eg gjørdist næstan flóv av at eg hevði vunnið. Eg fekk kensluna av, at tað var ókul at vinna. Eg brúkti nógva tíð uppá at summa meg eftir tað. Eg meldaði meg jú til, tí tað var ein stór succes í Bretlandi og Amerika, har vinnararnir gjørdist stórar heimsstjørnur eftir sendingina. Men soleiðis er tað ikki í Danmark.
Skal X-Factor halda fram?
- Tað er ein fín sending. Men tað snýr seg um alt annað enn tónleik. Eg meldaði meg til fyri at fáa ein møguleika í tónleikaheimimnum. At verða tikin sum ein seriøsur tónleikari. Men tónleikurin er ikki tað, sum fólk fokusera uppá. Tey hugsa meira um privatlívið hjá einum heldur enn røddina. Man skal verða vitandi um, at man stillar seg upp sum undirhald. Allir X-Factor luttakararnir eru bert ein brikkur í spælinum hjá DR. Tað snýr seg heldur ikki um at finna góðar røddir. Er røddin góð, er tað eitt plus, men tað týdningarmesta er, at luttakararnir eru øðrvísi – serligir á onkran hátt.
(Samrøða við Lindu Andrews í Sosialinum 01.04.2011)