- Hetta hevur tikið alt ov langa tíð, og tað eru vit í Unga Tjóðveldi kedd um.
Tað sigur Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldi.
Tað er ætlanin at taka støðu til málið á landsfundinum nú um vikuskiftið.
- Eg gangi bara út frá, at tað verður eitt av málunum, vit skulu taka støðu til, sigur Trái Petursson Nónklett.
Hann er ikki bangin fyri, at málið fer at skapa stóra ónøgd í flokkinum.
- Eg rokni ikki við, at vit fara at síggja nakað tað sama sum hendi, tá málið um 266b var fyri fyri nøkrum árum síðani. Tá hendi tað, at Karsten Hansen fór úr flokkinum, men eg rokni ikki við, at nakað líknandi fer at henda hesaferð, sigur Tráin Petursson Nónklett.
Hann vísir til viðgertðina í løgtinginum um samkynt parlag, og um loyvið hjá samkyntum at vígast borgarliga.
- Tá vísti viðgerðin, at flokkurin stóð saman í málinum, og eg kann eisini vísa til eina Gallup kanning um sama mál, sigur Tráin Peturssojn Nónklett.
Hann sigur seg vóna, at málið kann viðgerðast á landsfundinum, og at landsfundurin fer at taka eina avgerð.
- Um málið verur koyrt út til lokalfeløgini til viðgerðar, so ivist eg ikki í, at tað verður samtykt, og eg havi eisini góðar vónir um, at tað verður samtykt á landsfundinum um vikuskiftið. Men eg má eisini siga, at tað hevur gingið alt ov long tíð at taka eia støðu í málinum, sigur Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldi.










