Hann smílist.
Vit snakka um Kaj Leo Johannesen, og so er tað kanska ikki so løgið.
Løgmaðurin, sum hevur valt sær tann positiva stílin, er í góðum lag hendan fyrrap artin, vit stíga inn á skrivstovu hansara uttast í Tinganesi.
Men í dag er hann ikki bara glaður. Hann er glaður av einari orsøk.
Hann hevur júst lisið á telduskíggjanum, at skattainntøkurnar hjá landinum fyrsta ársfjórðing eru vaksnar við næstan fimm prosentum.
Og so er tað, at løgmaður smílist.
- Tað er ótrúliga hart og mentalt krevjandi at verða løgmaður í truplum tíðum sum hesum, og tú skalt hava eina turkatrúgv upp á, tað ber til, og at tað er ljós fyri framman. Men eg trúgvi upp á tað, og tey seinastu tølini styrkja meg í trúnni, at vit fara at koma burtur úr kreppuni. Hetta vísur, at fólk trúgva upp á eina framtíð í Føroyum, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Vit skulu tora at viðurkenna, at vit hava gjørt okkurt skeivt, men vit hava sanniliga eisini gjørt okkurt rætt, sigur hann.
Staðið fyri skotum
Kaj Leo Johannesen hevur verið løgmaður í Føroyum síðani 26. september í 2008. Hann hevur sitið við róðri í hálvtannað ár, og hetta hevur verið ein buldralig tíð í føroyskum poltikki.
Løgmaður hevur eisini staðið fyri skotum. Hann hevur verið lagdur undir at taka ov lætt upp á tingini, at verða ov positivur og ikki stýra ABC-samgonguni.
Støðan í samgonguni tykist verða eitt sindur trupul at greiða í løtuni, og umstrídda uppskotið um fíggjarkarmin fyri komandi árini hevur fingið fyrstu viðgerð í løgtinginum hesa vikuna.
Hósdagin fyrrapartin vóru vit á gátt hjá Kaj Leo Johannesen í Tinganesi og spurdu hann, hvussu hann sjávur upplivað hesar 18 mánaðirnar sum Føroya løgmaður, og um hann sjálvur heldur, at hann er ov positivur – á markinum til tað naiva.
Hvussu hevur tú upplivað tíðina sum løgmaður?
- Nú hoyir mann ofta, at fólk siga, at tað er eingin leiðsla í landinum. Og tað er takknemligt at siga tað. Vit brúktu tað sjálvi, tá ið vit vóru í andstøðu. Men ongin leiðsla er sterkari enn veikasti liðurin í ketuni og í politikki kann hetta vera galdandi bæði fyri einstakar samgongulimir ella samgonguflokkar. Og hvat er leiðsla? Er tað at knalla nevan í borðið og siga, at nú finni eg meg ikki í hesum longur? Tað kundi eg sjálvur hugsað mær at gjørt við hvørt, men eg havi ikki bara ábyrgdina av mær sjálvum. Eg havi ábyrgdina mótvegis Føroyalandi, og Føroya fólk krevur, at vit finna eina loysn. Tá eg havi so stóra ábyrgd, kann eg ikki at leypa fram av. Eg kann ikki bara koyra mín veg sjálvur, smekka nevan í borðið og ikki lurta eftir øðrum. Tað einasta, mann fær burtur úr tí, er, at mann endar í einum horni við ongari ávirkan.
- Politikkur er eitt sindur sum fótbóltur. Tú kanst gott spæla illa í eina tíð, men tú kanst ikki áhaldandi spæla illa. Tí so troyttast tú. Eg má gera alt, sum er í mínari makt, fyri at finna semjur, og eg kann ikki geva upp, áðrenn dysturin liðugur. Tað, sum er avgerandi, er úrslitið.
Hvussu metir tú um avrikini hjá ABC samgonguni?
- Eg haldi, at vit hava gjørt nógv skeivt. Men vit hava eisini gjørt nógv rætt. Fyri tveimum árum síðani tosaðu summi um at høggja bremsurnar í og spara einar 600 milliónir krónur eftir einum ári. Tíbetur gjørdu vit ikki tað, vit valdu heldur at gera tað meira líðandi, og eg ivist ikki í, at tað var ein røtt avgerð.
- Hinvegin eru vit farin ov nógv niður í smálutir, nú vit til dømis hava arbeitt við fíggjarkarmunum. Vit skulu ikki sita og diskutera útreiðslur á 50.000 ella 100.000 krónur. Tað skulu vit halda okkum burtur frá og heldur tosa um tann yvirskipaða politikkin, og um hvussu vit býta pengarnar út á tey ymsu økini.
- Eg havi hildið tað verða umráðandi hjá mær at útstrála, at vit hava beinini á jørðini. Vit hava havt eitt ódnarveður, og tá er tíðin ikki at leypa fyri borð. Vit standa á brúnni og taka tær avbjóðingar og sløg, vit fáa, men vit standa har. Loysnin er ikki at leypa fyri borð og liggja í kjalarvørrinum frá skipinum. Skalt tú hava ávirkan, mást tú verða umborð.
Hvussu hevur tú tað við teimum, sum sita fornermað í messuni og brúka seg um skiparan?
- Tað skulu tey loyvi til. Eg havi eisini hug at hava mínar sterku meiningar. Men tað, sum hevur størstan týdning er, at tú ikki knallar bóltin í títt egna mál. Vit hava eitt felags mál, sum er fyri framman – ikki aftan fyri okkum.
Heldur tú, at onkur ger sjálvmál fyri at raka onkran liðfelaga?
- Eg vil ikki fara at siga nakað um, hvørji motivini eru fyri sumt av tí, sum er gjørt.
Tú roynir at verða positivur og glaður, men kunnu fólk misskilja tað við, at tú ert for glaður og naivur?
- Ja, tað kann væl verða, og tað er tað, sum andstøðan spælir upp á. Onkur tingmaður í andstøðu heldur, at eg ikki taki støðuna nóg alvorliga. Eg kann í øllum førum siga, at eg havi ikki tikið ein feriudag, síðani eg bleiv løgmaður – ikki ein feriudag. Samstundis arbeiðir onkur av teimum, sum ákæra meg fyri hetta, hálva tíð í løgtinginum og hálva tíð í øðrum arbeiði. So kundi eg spurt afturímóti, um viðkomandi tekur sína uppgávu í álvara, tá hann hevur arbeiði við síðuna av løgtingsarbeiðnum.
- Fólk leggja meg kanska undir at verða ov positivan, men tað eri eg ikki. Eg eri ein optimistiskur realistur. Og kanska er tað trúgvin upp á at finna semjur við einum positivum lyndi, sum hevur givið mær nógvar spennandi uppgávur og sum ger, at eg siti her í dag. Tað nyttar einki, um øll sita sum grátikonur við høvdinum í fanginum og siga, at landið er farið á heysin. Umborð á einum skipi mást tú trúgva upp á, at tú fært nakað burtur úr fiskiskapinum. Sjálvt um tað er illveður, mást tú fiska.
Hvat ger teg illan?
- Tá fólk fara illa við hvørjum øðrum og kanska peika eftir hvørjum øðrum og frásiga sær alla ábyrgd. Vit mugu behandla hvønn annan við virðing, og til dømis kjakið í løgtinginum er ofta alt ov persónligt. Vit eiga at kunna kjakast uttan at verða so persónlig.
- Eg havi fingið nøkur ordans høgg, men eg toli nógv sløg. Eg royni at verða konstruktivur og positivur, men eg kann eisini verða harðligur, um tað er neyðugt, men tað vita fólk bara ikki av. Tá eg havi nakað at siga, so sigi eg tað í rætta samanhanginum – antin undir fýra eygum ella í tí bólki, sum tað skal sigast. Eg fari ikki út alment og sigi tað, tí eg má allatíðina hugsa um, at eg eri leiðari fyri eina samgongu. Ein samgongulimur, sum fer út við einum harðligum boðskapi, skal minnast til, at tað ger viðkomandi altíð upp á bekostning av samgongufeløgum. Eg kundi sjálvandi onkuntíð ynskt mær, at eg bara hevði meg sjálvan at hugsa um, og so kundi eg onkuntíð knalla nevan í borðið, men vil eg ikki gera.
Hevur tú, síðani tú gjørdist løgmaður, nakrantíð umhugsað at lagt frá tær ella skriva út nýval?
- Nei, tað havi eg als ikki. Eg eri ikki tann, sum fer av skipinum. So fari eg nokk heldur niður við skipinum.
Løgmaður hjá trimum løgmonnum
Kaj Leo Johannesen er leiðari fyri einari samgongu, sum umfatar tríggjar fyrrverandi løgmenn – Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg og Edmund Joensen. Tað er ongantíð fyrr komið fyri, at so nógvir fyrrverandi løgmenn hava verið í somu samgongu – og hetta er ein avbjóðing, viðurkennir Kaj Leo Johannesen.
- Tað er ein kolossalt spennandi og stór avbjóðing av verða skipari og hava tríggjar fyrrverandi skiparar í messuni. Ein og hvør, sum hevur havt við leiðslu at gera, veit, at tað krevur sítt. Tú skalt duga at lurta eftir teimum, tí teir hava nógvar royndir, og tú kanst læra nógv av teimum. Teir hava verið ígjøgnum góðar tíðir og ringar tíðir, og tí skal mann ikki verða ov stoltur á tí persónliga planinum og tora at spyrja seg fyri.
Men er tað ein trupulleiki fyri teg sum løgmann, at tú hevur tríggjar fyrrverandi leiðarar í tíni samgongu?
- Tað hevði verið býtt at sagt, at mann ikki hevur brúk fyri trimum so royndum politikarum í eini samgongu. Eitt sterkt lið hevur eisini veteranar við, men tað krevur eisini, at teir eru við, tá ið tað stendur á. Og eg ivist ikki, at teir vilja verða partur av loysnini, tá ið ein semja skal finnast. Eg skal sum núverandi leiðari bæði duga at taka ímóti ráðum frá teimum, men sanniliga eisini taka mínar egnu avgerðir.
Teir tríggir fyrrverandi løgmenninir eru væl eldri enn tú – eru frá einum eldri ættarliði – og hava fleiri royndir enn tú. Er tað ein ójavnur dystur millum teg og teir?
- Nei, soleiðis hugsi eg ikki. Men eg vil heldur siga, at tá ið teir eru farnir burtur úr politikki, so fái eg kanska eina líknandi støðu sum teir, og eg ætli mær í øllum førum at verða konstruktivur. Eg fari ikki at sita sum eldri politikari og grenja.