Eg havi altíð spælt við pínu

(HM 2014) Tað sigur Cristiano Ronaldo, sum hevur nógv at liva upp til

Lionel Messi, Neymar, Mario Balotelli, Robin van Persie, Karim Benzema og Arjen Robben hava longu sett dám á HM endaspælið í Brasil við at skjóta mál. Í kvøld skal so heimsins besti fótbóltsspæalri á vøllin, tá Cristiano Ronaldo og Portugal skulu spæla móti Týsklandi.

 

Cristiano Ronaldo hevur verið darvaður av skaða í knænum í eina tíð. Hetta ávirkaði endan av kappingarárinum í Real Madrid, og óvist hevur verið hvørjum standi liðskiparin hjá Portugal er í.

 

-       Eg eri klárur til HM endaspælið. Eg havi vant í fleiri dagar og tað kennist væl. Tað er ikki ein tann einasta løta í míni yrkisleið, har eg ikki havi spælt við pínu. Tað er prísurin í fótbólti, sigur Cristiano Ronaldo.

 

Myndir av Cristiano Ronaldo við ísposa á knænum fóru kring heimin, men líkt er til, at Cristiano Ronaldo er klárur til dystin í kvøld.

 

Spurdur um hann hevur nakað at prógva, nú fleiri av hinum HM stjørnunum hava skotið mál, svaraði Ronaldo róligur:

 

-       Hygg eftir mínum statistikki og mínari søgu – eg havi einki at prógva. Mín yrkisleið higartil hevur verið framúr, og eg ynski at tað heldur fram, sigur Cristiano Ronaldo.

 

Portugal og Týskland eru í bólki G saman við Ghana og USA.