Gunvør Balle, sum ætlandi verður varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir 1. januar 2017, hevur sum vant hildið jólini í Havn.
- Jólaaftan vóru pápi mín, tvær systrar og børn teirra hjá okkum. 1. jóladag vóru vit boðin heim til beigga mín, og 2. jóladag eru vit vanliga saman við verfamiljuni, Jákupsstovu-fólkinum í Havnardali.
Maturin um jólini er dunnur og gæs - og so eisini onkur grønur rættur til summi av teimum ungu, ið ikki eta so nógv kjøt.
- Eg keypti nakrar jólagávur í Danmark, men tær flestu vórðu keyptar í Føroyum, sigur komandi varaborgarstjórin.
Gunvør Balle sigur, at ringa veðrið um jólini sum so ikki hevur ávirkað jólini hjá teimum - annað enn, at gongutúrarnir hava verið avmarkaðir, tí tað var ikki verandi úti.
- Vit eru so heppin at hava alla familjuna í Havn, so vit hava ikki havt fyri neyðini at koyra ella sigla fyri at vera saman um jólini, sigur hon.