FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: – Eg orki ikki fyri hasum spurninginum. Eitt gott úrslit er at vinna ein dyst ella ein javnleikur viðhvørt. Nú er mótstøðuliðið Frakland, men eg eri ongantíð nøgdur við eitt tap. Heldur ikki í móti teimum, svarar Jónas Þór Næs, tá hann verður spurdur, hvat eitt gott úrslit fyri Føroyar hevði verið leygarkvøldið.
Spurdur beinleiðis, um hann ikki hevði góðtikið enn eitt heiðurligt tap, er svarið ógvuliga greitt.
– Eg hati heiðurlig tap!
Tað ber til
Jónas Þór Næs metir, at dysturin móti Litava prógvar, at vit kunnu fáa betur úrslit enn so ofta áður.
– Hetta gevur absolutt blóð á tonna. Vit hava fýra stig, og tað er meira enn nakað annað lið, sum liggur aftast hevur í hesi undankappingini. At vit fáa trý stig í móti einum liði, sum liggur meiri enn 100 stig omanfyri okkum á ratingstiganum sigur eisini, at tað ber til, sigur Jónas Þór Næs.
Hann heldur somuleiðis, at liðið er í støðugari menning.
– Og tað er eitt sunt tekin, at tað ikki bara er Rógvi Jacobsen, sum skorar okkara mál, sigur Jónas Þór Næs.
Frá bonkinum til bakkin
Sjálvur hevur hann verið nógv róstur fyri avrik síni sum høgri bakkur. Níggju landsdystir er tað blivið til. Burtursæð frá einum leikbanni hevur hann spælt allar dystirnir á rað, men móti Litava varð hann settur á bonkin.
– Venjarin ger altíð tað, hann metir vera best fyri liðið. Tað gjørdi hann eisini móti Litava, og tað vísti seg at rigga, sigur Jónas Þór Næs, sum tó var vónbrotin um, at hann ikki byrjaði inni.
– Sjálvandi var eg tað. Eg eri altíð vónbrotin, tá eg ikki byrji inni, tí tað er tað, eg vil. Eg vóni altíð at byrja inni, men vit hava eina sunna og góða kapping um plássi. Tað er bara gott, sigur Jónas Þór Næs, sum vil taka av møguleikanum, um hann fær hann.
– Tað var avgjørt meiningin at koma aftur á høgra bakk, og fái eg kjansin, vil eg fegin prógva, at eg eri nóg góður til tað, sigur Jónas Þór Næs.