Jan Müller
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at tað er sjálvandi ymiskt, hvussu fólkafloksfólk halda, at vit skulu koma á mál í hesum sjálvstýris/fullveldisspurninginum. -Eg haldi meg so fyrst og fremst til stevnuskránna hjá Fólkaflokkinum, sum er púra greið. Hetta samráðingaruppleggið vit koyra eftir er jú júst fólkafloksuppskotið til loysn av hesum málinum til seinasta val. Tað tykist mær tí løgið, at málsetningurin vit arbeiða eftir og sum er programmið hjá Fólkaflokkinum, ikki hevur fulla undirtøku í flokkinum. Men tað er so metingin hjá Birgir Danielsen og øðrum. Eg veit so ikki, um tey hava skilt boðskapin til síðsta val.
Formaður Fólkafloksins leggur aftrat, at tað er tað íslendska modellið landsstýrið koyrir eftir.
Anfinn Kallsberg er annars ikki samdur við Birgir Danielsen, at næsta stig er at gera eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin, tí tað stigið metir hann okkum vera í í løtuni.
-Spurningurin er, hvussu vit koma úr tí støðu og fram til, at føroyingar taka ábyrgd av Føroya landi og harvið evsta vald.
Spurningurin er ikki um 1. og 2. stig men um eina prosess frá verandi støðu og fram til endamálið.
-Tú hevur latið teg draga so lamgt út á djúpt vatn av Høgna Hoydal, at tú grynnir ikki aftur sigur Birgir Danielsen?
-Tað er beint tvørturímóti, sum Jógvan Sundstein eisini sigur. Vit hava nevniliga fingið Tjóðveldisflokkin at taka til sín uppskotið hjá Fólkaflokkinum. Men tað er væl møguligt, at vit ikki fáa tað positiva mótspæl frá danskari síðu, at vit koma ígjøgnum við tí heldur.
Tá er spurningurin, hvussu vit røkka endamálinum, sum einir 5 flokkar í dag eru samdir um. Við hesum sipar løgmaður eisini til Javnaðarflokkin og Miðflokkin.
Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum hevur sama endamál sum uppskotið hjá landsstýrinum men bara uppá ein annan máta.