Eg haldi ikki at vit kunnu góðtaka slík tøl í Føroyum

Lækni, við serligum áhuga fyri koronu, samanber støðuna í Føroyum við støðuna í Bretlandi

Korona er aftur farið at gera um seg av álvara og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sum hevur fylgt væl við gongdini í samband við korona, heldur, at smittutølini seinastu dagarnar, eru ørkymlandi.

 

Samstundis eru taå nógv, sum haæda, at vit skulu bara lata smittuna fara frítt um landið. Í hesum sambandi hevur Marnar Fríðheim Kristiansen samanborið Føroyar við Bretland, tí hann heldur, at tað vísir, hvussu tað kann ganga.

 

Í eini frágreiðing vísir hann á, at í Stóra Bretlandi hava tey latið smittuna fara rímuliga frítt. Samstundis líkjast heilsuverkini í Bretlandi og í Føroyum rættiliga væl, men kortini er okkara heilsuverk nógv viðbreknari, skuldi tað hent, at vit fáa nógvar koronatilburðir samstundis.

 

Í Stóra Bretlandi eru 73,8 prosent av fólkinum koppsett einaferð og 67,7 prosent er koppsett tvær ferðir. Í Føroyum eru 73,1 prosent koppsett eina ferð og 69,9 prosent eru koppsett tvær ferðir, so hesi tølini eru rættuliga lík. Tey fóru at koppseta eitt sindur fyrr í Stóra Bretlandi, so har er tað kanska eitt sindur skjótari, at verjan av koppsetingini minkar.

 

Fólkatalið í Stóra Bretlandi eru áleið 67 milliónir fólk. So fyri at fáa samanbera við Føroyar, skulu vit deila við 1200. Í Stóra Bretlandi hava tey havt sera nógvar tilburðir í seinastuni og samanbera vit tað við Føroyar, svarar tað til, at vit hava 39 tilburðir um dagin. Her kann viðmerkjast, at fríggjadagin vóru 98 tilburðir í Føroyum, leygardagin vóru 78 tilburðir og í gját vóru tilburðirnir helst yvir 100 í tali í Føroyum. 

 

Í stóra Bretlandi verða umleið 1.000 fólk innløgd um dagin við koronu og tilsamans eru 8.238 korona sjúklingar innlagdir og 892 liggja í respirator. Hetta svarar til at í Føroyum verður umleið eitt fólk innlagt um dagin og at átta eru innløgd tilsamans - og at eitt fólk liggur í respirator. Í Stóra Bretlandi eru  130 fólk deyð um dagin av korona. Hetta svarar til at ein doyr hvønn 10. dag í Føroyum.

 

– Eg haldi als ikki vit kunnu góðtaka slík tøl í Føroyum eisini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Vit mugu eisini leggja upp fyri, at okkara heilsuverk er munandi viðbreknari enn tað bretska.  Eg ivist stórliga í, um vit eru før fyri at viðgera so nógvar koronasjúklingar samstundis, og so geva teimum nøktandi viðgerð, sigur hann.

 

Hann sigur, at her hevur hann ikki lagt upp fyri langtíðarárinum. Marnar Fríðheim Kristiansen hevur sjálvur havt koronu.

 

– Nú havi eg merkt, og merki enn, uppá egnan kropp, hvussu tað er at hava korona. Tað er ikki nakað, vit skulu ynskja, at allir føroyingar verða smittaðir við, sigur Marnar Fríðheim Kristinansen.

 

Les meiri á: Á https://drfridheim.substack.com/p/samanbering-vi-stora-bretland?fbclid=IwAR3K_auWoemI3XFXxsX6c3uOQ7M2Eg0wYJf8CSm4RtPKdDUnEiFheQhZBqM