-Eg haldi, at tað er avgjørt

Liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Olsen, heldur ikki, at VB nú fer at snáva á veg móti FM-gullinum

Hondbóltsprát

Una Olsen sá ikki sørt vónbrotin út, tá ið vit fingu orðið á hana úti í gongini í VB-høllini.

?Er kappingin avgjørd nú?
?Eg veit ikki, um man skal takka fyri seg og verða nøgd við steypakappingina. Men so at siga haldi eg, at hon er avgjørd, tí eg rokni ikki við, at nakað annað lið tekur VB, og málmunin fáa vit ikki gjørt nakað við, so um vit vinna í Klaksvík, so rokni eg við, at vit verða ov stuttar avlíkavæl.
?Tit høvdu eina greiða leiðslu í fyrra hálvleiki, hvat hendir so?
?Vit settu okkum fyri í hálvleikinum at fara inn aftur og halda á við sama lag, men so steðga vit upp. Álopsspælið koyrdi alt ov seint, og vit fingu ikki mál. Samstundis fáa tær nógv mál í hinum endanum, har tær sleppa ígjøgnum, har tær ikki skuldi sleppa ígjøgnum.Vit kiksa simpulten í verjuni.
?Tað vóru teir somu spælararnir á vøllinum næstan allan dystin. Var tað øgiliga hart?
?Tað var øgiliga hart, men tað er tað altíð móti VB. Og til ein slíkan dyst hevur tú eisini altíð orku til spæla allan dystin.
?Tit fingu leiðsluna aftur seint í dystinum?
?Ja, men so eru vit ókoncentreraðar og gera býttar feilir. Vit hava ikki tol til at spæla runt, til vit fáa upplagdar møguleikar, og tí taka vit hálvar møguleikar, og tað kostar.
?Eru tað slíkir dystir, sum gera tað stuttligt at spæla hondbólt?
?Ja, tað er tað, hóast vit taptu. Tað er bara spell, at tað bert eru tveir slíkir dystir um árið, har man hevur nervar áðrenn dyst. Soleiðis skuldi tað verið hvørt vikuskifti.