– Eg græt av øði

Helga Guttesen hevur ikki fingið ta spælitíð á Oyggjaleikunum, hon hevði vónað, tí hon longu mánadagin fekk ilt í ryggin undir upphitingini, so hon ikki kom á vøllin aftur fyrr enn í gjár.

– Eg græt av berari øði, tá eg fekk skaðan, men eg visti, at eg fór at koma fyri meg og nokk skuldi sleppa at spæla. Tað er ordiliga deiligt at sleppa at umboða tað føroyska landsliðið. Nú havi eg tað fínt og eri klár til komandi dystirnar eisini, sigur Helga.

Hon heldur, at kvinnulandsliðið hevur havt nakrar lættar dystir, og tí ráddi um at lesa Caymanoyggjar av, áðrenn tað veruliga bar til at seta ferð á.

– Men eftir at vit høvdu brúkt fyrsta sett til at finna út av teimum, var eingin ivi í øðrum og triðja setti. Nú kappingin er farin at líða, kunnu vit tó bara vænta okkum harðari mótstøðu, sigur Helga Guttesen.