Eg gevi alt í kvøld

- Eg gleði meg at sleppa á pallin, og eg ætli mær at geva alt, sum eg havi, sigur Linda Andrews. Í kvøld klokkan 19.00 verður finalan í donsku X Factor kappingini Tríggir luttakarar eru í finaluni, og í kappingini í kvøld verður avgjørt, hvør hevur vunnið ársins útgávu av X Factor.

 

- Eg havi summarfuglar í búkinum, men tað kennist væl, og eg eri til reiðar, sigur Linda Andrews við Rás2.

 

- Eg gleði meg at sleppa á pallin, og eg ætli mær at geva alt, sum eg havi, sigur hon.

 

X- Factor kappingin byrjar í kvøld klokan 19.00, og hesaferð ber til at síggja X Factor beinleiðis í føroyska sjónvarpinum. Og føroyingar kunnu sum vant eisini atkvøða í finaluni í kvøld.