Vit hava ikki sitið og tosað meir enn eini tríggjar minuttir, tá telefonin hjá Rúna Djurhuus ringir. Hendan lítla tíman, meðan vit tosa saman á kontórinum hjá honum í bilasøluni Wenzel, ringir telefonin eisini óteljandi ferðir, og fleiri ferðir gongur hurðin, og onkur hevur ein spurning ella eini boð til Rúna. Rúni Djurhuus er hálaður í fleiri ættir alla tíðina. Men hann er ikki strongdur, sigur hann sjálvur. Og tað er ein serstøk orsøk til tað. Hann ger tað, sum hann tímur.
38 ára gamli Argjamaðurin er vinnulívsmaður. Hann hevur nógv jørn í eldinum umframt at vera stjóri í Wenzel. Og hetta handilstevið er viðføtt, vil hann vera við.
– Eg haldi, at vit eru mong, sum eru fødd til at gera tað, sum vit gera. Vit hava sans og áhuga fyri ymiskum og duga tað natúrliga. Ein útbúgving broytir ikki hetta, hóast vit sjálvsagt kunnu fáa fleiri amboð, tá vit læra ella taka eina útbúgving, sigur Rúni Djurhuus, sum sjálvur er útlærdur kokkur. Og hóast hann enn ger mat til tiltøk og veitslur, er nógv vatn runnið í ánna, síðani hann sum tannáringur fór undir kokkaútbúgvingina.
– Eg havi altíð droymt um at gerast vinnulívsmaður. Eg var heilt lítil, tá eg keypti eitt trummusett og seldi tað aftur við 500 krónum í yvirskoti, sigur Rúni Djúrhuus, sum í dag fæst við matstovuvirksemi, bilasølu, íbúðabygging, hotelvirksemi, tónleikafestivalar, útvarpsstøðir og alt møguligt annað. Og er hann við, ja so er hann eisini aloftast stjóri.
– Tað er eisini ein av orsøkunum til, at eg ikki kenni meg strongdan. Eg eri føddur soleiðis, og eg hvíli í tí, sum eg eri, staðfestir hann.
Les longri samrøðu við Rúna Djurhuus í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu kring landið