Eg geri einki hálvhjartað

- Eg geri tónleik beint frá hjartanum, og eg haldi ikki, eg hevði dugað at gjørt tað øðrvísi, sigur Guðrið Hansdóttir, sum livir sín dreym sum songkvinna fult út. Hon droymir um at skriva sangir, til hon verður 85 ára gomul.

Síðani hon var smágenta, hevur hon droymt um at blíva songkvinna, og nú livir hon dreymin fult út.

Guðrið Hansdóttir er aktuell við nýggjari útgávu. Hetta er triðja fløgan hjá henni seinnu árini, og songkvinnan hevur enn einaferð flutt seg tónleikaliga.


Hvat bjóðar tú fólki á nýggju fløguni hjá tær?

- Eg bjóði fólki á eina tónlistarliga ferð við útrykksfullum løgum og tekstum. Hendan fløgan krevur eitt sindur meira av lurtaranum enn mínar undanfarnu fløgur. Man skal líka tyggja sangirnirnar nakrar ferðir fyrst. Eg havi flutt meg tónlistarliga síðan síðst, og eg eri sera spent uppá at vita, hvussu hendan fløgan verður móttikin.


Hvussu er hendan fløgan øðrvísi enn tær undanfarnu?

- Útrykkið er myrkari og mystiskari, har eg havi flutt meg meira til fólkatónleikin, sum mær dámar heilt ótrúliga væl. Tað, sum eisini ger hesa útgávu serliga, er, at eg blandi enskt og føroyskt saman, og hetta hevur ikki verið gjørt serliga nógv av fyrr. Tað er Randi Ward, sum amerikanskur rithøvundur, sum hevur skrivað allar tekstirnar. Hon búði í nøkur ár í Føroyum, og tá skrivaði hon allar tekstirnar, sum eru sterkt inspireraðir av føroyska veðurlagum, náttúruni og smáa samfelaginum, vit liva í. Fyrr havi eg havt fleiri tekstahøvundar til somu útgávu, men nú er tað bara ein tekstahøvundur, og hetta ger eisini, at tað er ein reyður tráur í, og at alt er øðiliga væl samanhangadi, líka sum ein søga.


Hví blandar tú enskt og føroyskt mál á fleiri sangum

- Tað var Randi Ward, sum kom við tí hugskotinum. Hon gav mær nakrar enskar yrkingar, har føroyskir setningar vóru blandaðir uppí, og eg helt, at tað var sera spennandi at royna tað. Hetta gevur løgunum ein heilt serligan stemning, og eg eri spent uppá at vita, hvussu føroysk og útlendsk oyru fara at taka ímóti hesum. Tað kennist heilt natúrligt fyri meg at blanda bæði málini saman.


Hví brúkar tú so nógva orku og tíð upp á tónleik?

- Eg brenni fyri tónleiki og elski tónleik, so tí fer so nógv tíð við tónleiki. Tað er sum um, at eg havi eitt kall, og tað er at gera og framføra tónleik. Frá tí, eg var heilt lítil, havi eg droymt um at gerast songkvinna, og nú fylgi eg mínum dreymum fult út.


Hvat gevur tónleikurin tær?

- Tónleikur gevur mær so nógv! Eg fái eitt totalt kick, tá eg akkurát havi skrivað eitt nýtt lag, sum eg haldi vera gott. Eg fari heilt upp at koyra og hugsi um og syngi lagið allatíðina. Eisini tá man hevur spælt eina góða konsert, er kenslan góð, og ikki minnst tá man stendur við síni nýggju fløgu í hondini og hugsar” Yes” I did it! Men eisini tað at lurta eftir góðum tónleiki hjálpir mær nógv. Um eg havi tað ringt, so er tað altíð okkurt lag, sum eg kann lurta eftir og gevur mær ró. Og um eg havi tað gott, eru tað onnur løg, sum eru deilig at lurta eftir og ger, at man fær tað uppaftur betri. Tónleikur er heiligvágur fyri meg


Hvussu nógv av tær sjálvari leggur tú í tín tónleik?

- Alt, sum eg kann. Eg geri tónleik beint frá hjartanum, og eg haldi ikki, eg hevði dugað at gjørt tað øðrvísi. Eg geri einki hálvhjartað.


Nýggja útgávan hjá eitur Beyond The Grey. Hvørjar kenslur fært tú av mjørka?

- Eg fái blandaðar kenslur av mjørkanum. Hann kann gera meg svakan, og ofta gerist eg øðiliga troytt og havi bara hug at sova. Men onkursvegna er hann eisini øgiliga dragandi og mystiskur. Tað er virkuliga lekkurt at ganga úti í mjørkanum, tí hann er so frískligur, men um hann liggur leingi, fái eg ordiliga klaustrofobi!


Nær ert tú lukkulig?

- Tá eg trívist í mær sjálvari og tí, sum eg geri


Hvat kann gera teg kedda?

- Skeivar avgerðir


Hvat dugir tú ikki?

- Eg dugi ikki at seyma og binda.


Hvønn persónligan eginleika ert tú glaðast fyri at hava?

- At eg eri ógvuliga málrættað, og veit hvat eg vil.


Hvønn persónligan eginleika irriterast tú inn á?

- At eg eri málrættað, tí tað er eisini strævið. Men tað, sum eg kanska irriterist mest inn á, er, at eg ikki dugi so væl at siga nei.


Hvat hevur yvirraskað teg mest, síðani tú bleivst tónleikari?

- Tað er hvussu hart tað er, um man ætlar at vinna fram, og at tað er so ræðuliga nógv onnur, sum gera tað sama sum tú og royna tað sama sum tú. Og tað allarbesta við at vera tónleikari og framføra er, at tú sleppur til støð, har tú ongantíð hevði farið annars, og at man kemur at kenna nøkur fantastisk fólk á vegnum.


Hvat droymir tú um at náa í tínum lívi?

- Eg droymi um at kunna halda áfram at skriva løg og framføra runt um allan heim, og mín størsti dreymur er at kunna gera tað, inntil eg eri 85 ár!



Myndatekstur:

- Tað at lurta eftir góðum tónleiki hjálpir mær nógv. Um eg havi tað ringt, so er tað altíð okkurt lag, sum eg kann lurta eftir og gevur mær ró. Og um eg havi tað gott, eru tað onnur løg, sum eru deilig at lurta eftir og ger, at man fær tað uppaftur betri. Tónleikur er heiligvágur fyri meg, sigur Guðrið Hansdóttir

Mynd: Álvur Haraldsen