Eg gav teimum eitt mál

Eftir dystin hittu vit René Tórgarð í skiftirúminum hjá EB/Streymi.

Tilukku við gullinum!

-Takk fyri tað.

Hvussu kennist hetta?

- Hetta er fantastiskt og ótrúliga lekkurt uppá allar mátar

Hvat hendi har við málinum, sum Skála fekk?

¬- Ja, eg gevi teimum eitt mál har, tað er so simpult sum tað, og tað er einki meira at siga um tað.

Tað var kanska bara gávuhýri?

- Ja tað var tað kanska, faktisk ja. Royndi at fáa eitt sindur av spenningi í aftur.

Nú er hetta ikki fyrstu ferð, tú ert føroyameistari, tú hevur vunnið tað einaferð fyrr við B36, men spældi ikki so nógv tá, hvussu er hetta øðrvísi?

- Hetta er eitt heilt annað følilsi uppá allar mátar. Tá tú situr á beinkinum alla tíðina, er tað slett ikki tað sama. Hetta er ótrúliga lekkurt uppá allar mátar, eitt fantastiskt følilsi.