?Eg gangi jú í skúla nú...

...har læri eg at liva og lesa, rokna, skriva?.


Tær 3 genturnar og 5 dreingirnir, sum byrjaðu í 1. flokki í Hvalvíkar skúla mikudagin, vóru sjálvsagt ógvuliga spent at fara í skúla. Fólkatalið í kommuni er nógv vaksið seinastu árini, og fyri fyrstu ferð í mong ár eru 4 flokkar í skúlanum har 
Mikudagin byrjaði skúlagongdin aftur í Hvalvíkar skúla, og vóru tað sjálvsagt tey børn, sum fyri fyrstu ferð skuldu í skúla, sum gleddu seg mest.
Næmingatalið er nógv vaksið seinastu árini, og í ár byrjaðu 49 næmingar í skúlanum móti 34 við ársbyrjan í fjør. Tað ger, at tað hetta skúlaárið verða fýra flokkar við fimm lærararum móti trimum flokkum og fýra lærararum í fjør.
Umframt tey átta, sum byrja í 1. flokki, vóru eisini fleiri onnur nýggj andlit at síggja í skúlanum. Fleiri av næmingunum hava búð uttanlands. Nøkur av teimum fingu eykaundirvísing í føroyskum í fjør, og í ár verða aftur fleiri nýggj, sum hava hesa undirvísing fyri neyðini. Umframt tað hevur Hvalvíkar skúli 5 næmingar, sum hava serligan tørv, so hesini lítli skúli kann sigast at hava fingið stórar avbjóðingar.
Eisini millum lærararnar vóru nýggj andlit at síggja. Tey bæði, Anetta Kalsoy og Alexandur Kristiansen, fara komandi skúlaár at undirvísa børnunum í Streymnesi og Hvalvík. Hinir tríggir lærararnir eru, Aslaug Olsen, sum er skúlaleiðari, Regin Patursson og Jórun Egholm. Aslaug og Regin hava starvast við skúlan í eitt ár, so øll eru nýggj uttan Jórun, sum trúføst hevur starvast har í heili 40 ár.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri sigur, at kommunan hevur roynt at skapt allar fortreytir fyri at fáa fólk at flyta til kommununa og tað hevur eydnast.
- Vit liggja væl fyri, miðskeiðis millum Havnina og Skálafjørðin, og so hava vit syrgt fyri, at fólk kunnu fáa børn síni ansaði, meðan tey eru til arbeiðis, sigur hann.
Í fjør fekk skúlin nýggj vindeygu, og í summarfrítíðini er el-hitin skiftur út við sentralhita.