- Eg vil ikki góðtaka, at frítíðarskúlarnir skulu spara meiri!
Levi Mørk, býráðslimur, sigur við Portalin, at hetta er orsøkin til, at hann ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2012.
Sum tað sæst í aðrari grein her á Portalinum, var rættiligt rok á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, tá ið Levi Mørk, sum annars er limur í samgonguni í Tórshavnar Býráði, ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini, sum samgongan hevði lagt fyri næsta ár
Levi Mørk leggur afturat, at hann stendur fast við avgerðina og verður ongin bati, tá ið fíggjarætlanin skal samtykkjast endaliga, fer henn heldur ikki at atkvøða fyri henni tá
- So má tað bera ella bresta hjá samgonguni.
Hann sigur, at hann vil ikki góðtaka, at ætlanin enn einaferð er at spara á dagstovnaøkinum, har ætlanin annars er at spara 1,3 millión krónur í 2012.
- Men tað er serliga ætlaða sparingin í frítíðarskúlunum, sum eg heilt avgjørt ikki vil góðtaka, leggur hann afturat.
Hann sigur, verður hendan fíggjarætlanin endaliga samtykt, verður tað triðja árið á rað, at frítíðarskúlarnir skulu spara.
- Í 2009 var sparingin 1,5 million og í fjør varð eisini spart 1,5 million og er aftur ætlanin at spara 700 krónur fyri hvørt barnið. Men nú tolir frítíðarskúlin ikki at spara meir.
Sjálvur er Levi Mørk leiðari á frítíðarskúlanum í Hoyvík, men hann sigur, at tað hevur ikki nakað við støðuna at gera, tí hann hugsar um børnini.
- Sum støðan er nú, er Frítíðarskúlin blivin til ein passivan ansingarstovns har børnunum at vera í, ístaðin fyri at vera eitt menningarstað við pedagogiskari dygd.
Levi Mørk sigur, at hetta undantikið, tekur hann undir við fíggjarætlanini, men skal hann atkvøða fyri henni, skal hetta broytast.
- Eg gjørdi vart við mína støðu fyri fundin, men tað varð ikki lurtað eftir og tískil endaði tað, sum tað endaði.
Levi Mørk sigur, at stendur á, er ein loysn at hækka foreldragjaldið eitt sindur.
- Vit hava nógv lægri foreldragjald enn onnur lond og tað ber væl til at hækka tað einar 100 krónur um mánaðin fyri hørt barnið, sigur Levi Mørk.
Men hann heldur eisini, at tað hevði verið upp á sítt pláss við einum samgongufundi um fíggjarætlanina, áðrenn hon varð løgd fram, men tað hevur heldur ikki verið.