Eg føldi eitt sindur av skomm

Vit royna at halda lyftið, vit hava givið teimum fátækastu føroyingunum

- Eg føldi eitt sindur av skomm, at støðan er soleiðis í Føroyum!

 

Tað sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

 

Í gjárkvøldið var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum í sambandi við átakið hjá Miðlahúsinum, sum kallast ”Meðan vit bíða” og har endamálið er at savna pening inn til fátæk børn í Føroyum.

 

Tað er sjálvbodni hjálparfelagsskapurin Í Menniskjum Góður Tokki, sum fær peningin at umsita og í gjárkvøldið varð avdúkað at næstan 400.000 krónur eru komnar inn higatil. Men enn ber til at stuðla, bæði við pengum, og vit at fara í Listagluggan og keypa ein málning, sum er latin til endamálið.

 

 

Les eisini: Hetta fer at gleða nógv børn í Føroyum

 

 

Nakað síðani var eisini kjakfundur í Miðlahúsinum og tá lovaðu summir av politisku floksformonnum at virka fyri, at barnaískoytið til tær allarfátækastu barnafamiljurnar verður hækkað. Tað kostar góðar níggju milliónir, men afturfyri verða 500 tey fátækastu børnini í landinum lyft upp um fátækamarkið.

 

Poul Michelsen var ein teirra, sum hevði leitað sær í Norðurlandahúsið í gjárkvøldið og hann segði, at segði, at han skammaðist eitt sindur av, at  tað skal vera soleiðis statt í Føroyum, at summi fólk í fátækadømið.

 

 

Les eisini: Keyp ein serligan málning og hjálp fátækum børnum í Føroyum

 

 

Hann segði, at arbeitt verður við at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, um at hækka barnaískoytið so mikið, at tað lyftir 500 tey fátækastu børnini upp um fátækamarkið. Men av tí at freistin er farin, krevst, at 17 tinglimir skriva undir upp á, at málið kann leggjast fram og verða viðgjørt.

 

- Tað pínir meg illa, at so nógv fólk liva í fátækadømi í einum samfelagið, sum er eitt av heimsins ríkastu.

 

 

Les eisini: Tað hevur verið rørandi

 

 

- At eitt stig sum hetta átakið hjá Miðlahúsinum verður tikið, fær ein trupuleika fram í ljósið, sum eg haldi, at vit ikki hava hugsað um. Sjálvi hava vit tað kanska so gott, at vit geva okkum ikki far um, at fleiri eru, sum ikki hava tað so gott, og tí var hetta átakið serstakliga vælkomið, sigur Poul Michelsen.

 

Les eisini um ein hálvan tíma: Royna at fáa øll at taka lógvatak saman

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið