>> Eg finni eina rúgvu í ruskinum <<

30 ára gamli Bárður Olsen úr Havn hevur seinastu tvey árini arbeitt sum arbeiðsmaður hjá kommununi. Hvønn dag frá klokkan sjey um morgunin til klokkan 15 spákar Bárður runt við síni hjólbøru og hampar um miðbýin

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat gert tú, tá tú ert til arbeiðis?
- Eg ruddi allan miðbýin. Tá tað er kavi, stroyi eg eisini salt á gonguteigin, trappur o.a.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvussu dámar tær hetta arbeiðið?
- Dagarnir eru rættiliga ymiskir. Tað er stuttligt, tá veðrið er gott, men tá illveður er, havi eg bestan hug at leggja meg aftur undir dýnuna um morgunin. Eg gleði meg ótrúliga nógv til summarið kemur. Vit eru um 10 menn, ið dagliga hampa um býin, og hvønn morgun klokkan níggju hittast vit á gomlu brandstøðini í Tórsgøtu og drekka kaffi  tað er sera hugnaligt.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Finnur tú nakrantíð nakað millum ruskið?
- Ja, tað geri eg rættiliga ofta. Í heilum finni eg góð gløs, ið ikki eru brotin. Við hús havi eg eitt heilt skáp við gløsum, eg havi funnið um morgnarnar í miðbýnum. Eisini beri eg ofta eyga við pengar á gøtunum. Men tó ikki so nógvar, at eg gerist ríkur. Enn havi eg ikki funnið nakað í ruskinum í dag, men hvør veit  kanska eg eri heppin seinni á dag.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis?
- Tá hugni eg mær saman við damuni og lesi bøkur og bløð. Í løtuni lesi eg bókarøðina Túsund og ein nátt. Í alt eru 16 bøkur, og eg havi lisið seks tær fyrstu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil fegin heilsa damuni hjá mær, Sólvu Dánjalsdóttir, sum eg eri sera góður við og gleði meg at síggja, tá eg eri liðugur at arbeiða.