Eg fegnist um skattalætta...

Óluva Klettskarð
-----------

Nú meldaði meirilutin í Klaksvíkar býráð út, at tey hava ætlanir um at lækka skattin fyri komandi skattaár, og eg má bara siga hvussu stórliga eg gleðist um hetta. Hesa ferð vænti eg ikki, at tørvur verður á at fáa minnilutan at taka undir at fremja lækkingina, eins og neyðugt var, tá skattaprosentið varð hækkað á sinni.
Sjálv havi eg hildið borgarar í Klaksvíkar kommunu goldið ov nógv í skatti samanborið við tænastustøðið; og havi nakrar ferðir havt tað á orði í býráðssalinum, at skattaprosentið eiga vit at lækka. Men røktarheimið var vert eina lítla skattaøking, og tí tók minnilutin undir við hesum. Tí kommunan er rættiliga illa fyri á eldraøkinum, og tá landspolitikarar spældu kortini út, so valdu vit at spæla við. Men nú fíggjarumstøðurnar í kommununi er so nógv broyttar, og kommunan hevur methøga fíggjarætlan, so er onki alternativ enn at lækka skattin, sjálvandi.
At tørvur er á hjá politikarum at gera vart við seg og hugsjónir sínar er ein sjálvfylgja; meirilutin í býráðnum hevur fyrr havt tørv á at statuera seg sum sjálvstøðugan part í býráðnum, onki forgjørt er í tí. Hinvegin er tað rættiliga skemtiligt, at politikarar, ið stillaðu upp og agiteraðu harðliga ímóti tí høga skattatrýstinum, so skjótt samdust um at hækka tað! Og borgarar eru longu farnir at skemtast við, at tá peningurin nú er brúktur, so er lagað manni at lækka skattin, nú býráðsskeiðið er um at vera runnið.
Men guds barnið batnar. Sjálv haldi eg tað vera skilagott og av størsta týdningi at lata býráðsarbeiðið og búskapin í kommununi til komandi politikarar í helst nógv betri standi, enn tá veljarin seinast setti kross og lat politikarar umsita skattaborgarans pening. Og tað ber altíð til at kjakast um, hvør er móður at einum uppskoti, ella hvør er faddur. Hetta leggi eg ikki so nógv í, mítt íkast hevur alla tíð veri at fremja positiv mál, sum eg sjálv trúgvi upp á.
Sjálv fegnist eg um, at skúlin hevur fingið rívan av fíggjarætlanini, øll hesi árini, Skúlin við Ósánna er um- og nýbygdur. At røktarheimið og harvið eldraøkið hevur fingið sítt er onki minni enn eitt bragd. Men rættiliga skilagóða íløgan uppi í Djúpumýru, nú vøllurin í Klaksvík verður gjørdur av nýggjum, kann ikki yvirmetast. Hóast nógv størri íløga kundi verið gjørd har, so eigur og skal mest brúkti vøllur í Føroyum og størsta spæliplássið í býnum sjálvandi hava bestu kor. Onki annað kann góðtakast.
Men enn liggja stór tøk fyri framman, tí skúlaøkið er als ikki nøktandi, samstundis sum seriøsar ætlanir eru um at fáa mentanarhús í býnum um ikki alt ov nógv ár. At fáa Skúlan á Ziskatrøð í nýtiligan stand verður eitt tak, komandi politikarar eiga at taka í størsta álvara. Og lætt verður tað ikki, tá kappingin eisini fer at standa í mun til spillvatnsætlanina, ið kostar einar 80 mió.
Sum sagt, so fari eg at taka undir við skattalættanum og halda fram á somu leið: at søkja semju og at skapa tilboð til borgaran fyri mest møguliga úrtøku...