Eg fari at royna okkurt nýtt í 2017

Nýggjár: Eg havi sett mær fyri at gera okkurt, sum eg ongantíð havi roynt áður, sigur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur

Vit hava spurt Helga Rasmussen, sálarfrøðing, nakrar spurningar um ársskiftið.

Hvussu var 2016 fyri teg?
- Árið hevur verið myndað av bókaútgávu. Finn teg í organisasjónini kom á marknaðin og er væl móttikin. Nøkur halda enntá, at hon er góð.

Hvør var besta upplivingin í 2016?
- Tad besta er at eg havi mína familju við inn í 2017.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Eg havi einki nevnivert keðiligt upplivað í 2016. Men fyri 20 árum síðani doyðu pápi, mamma, mamma konu mína og tvillingsbeiggi innan fyri eitt 1/2 ár. Tað var hart.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017?
- Eg havi sett mær fyri at gera okkurt, sum eg ongantíð havi roynt áður. Hvat tað verður veit eg ikki enn, men tað fer at vísa seg.