Eg fari aftur at mótmæla

-Politikski myndugleikin hevur hvørja ferð høvi býðst mótmælt at norðmenn einvíst skóru fiskdagatalið við Svalbard og tað fari eg aftur at gera í vikuni, tá eg hitt norska fiskimálaráðharran Otto Gregersen í Lofoten, sigur Jørgen Niclasen?

 

Jørgen Niclasen sigur, at tað var undir stórum mótmælum frá føroyskari síðu, at norðmenn einvíst í 1998 skóru fiskidagarnar niður við Svalbard. Hetta hevur verið mótmælt undir hvørjum fiskiveiðusamráðingum síðan. Løgmaður hevur mótmælt yvir fyri norska statsministaranum.

-Vit hava harðliga mótmælt hesari einvísu niðurskeringini. Tað er ikki ein spurningur um hvat vit brúka av døgum, men hvat vit hava rætt til. Tað sum er óheppið hjá norðmonnum er, at teir hyggja eftir hvussu nógvar fiskidagar eitt skip hevur brúkt í eitt tíðarskeið upp á fimm ár. Tað diskriminerandi í hesum er, at norðmenn einsamallir velja út hetta fimm ára skeið og seta so fiskidagatalið hjá tí einstaka landinum eftir tí árinum, tá landið nýtti mest í hesum tíðarskeiði. Tað er misjavnt nær londini veiða við Svalbard. Vit nýttu einstøk ár í áttatiárunum nógvar ferðir fleiri fiskidagar enn vit nýta nú. Tí gevur tað eina heilt skeiva mynd, at Noreg soleiðis einvíst pilkar ein periodu burtur úr, sigur Jørgen Niclasen, sum í gjar fór til Noregs at hitta norska fiskimálaráðharran á fundi í Lofoten.

-Vit krevja framvegis 2500 fiskidagar og ikki 1300 og undir politisku samrøðunum við Otto Gregersen og rækjurnar er eitt av málunum, sum eg ætli at seta frammalaga undir hesum samráðingum, sigur hann

Norðmenn argumentera við at teir hava sett øll lond niður. Men føroyingar eru teir einastu sum rættuliga eru diskrimineraður, tí føroyingar hava ongantíð havt loyvi at roynt við meira enn 11 trolarum við Svalbard.

-Fiskidagar hava staðið í okkara avtalu, men vit eru avmarkaðir sum einasta land við skipatali og tað er órættvíst. Norðmenn hava kunna nýtt nógv fleiri fiskidagar, tí teir hava ikki verið avmarkaðir í tali av skipum, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.