- Eg fái ikki ilt av, at partar av sjóvinnuútbúgvingunum verður fluttur úr Havn til Klaksvíkar.
Páll Hansen formaður í Maskinmeistarafelagnum hevur onga avgjørda meining um ætlanina at flyta skipara- og maskinistskúlan úr Havn til Klaksvíkar, samstundis sum at skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingin verður verandi í Havn, men verður uppstigað til bachelor.
Men hann leggur dent á, at spurningurin er ikki viðgjørdur í Maskinmeistarafelagnum og tí tosar hann bara fyri egnu rokning.
- Eg dugi ikki at síggja tað stóra problemið, sum hann málber seg.
Fyrimunur
Hann sigur, at tað kann enntá hava sínar fyrimunir við at flyta hendan partin av skúlanum til Klaksvíkar.
Hann sigur, at Maskinmeistarafelagið leggur stóran dent á, at minst ein flokkur av næmingum verður tikin inn á maskinist skúlan um árið fyri at varðveita ein javnan streym av maskinistum.
- Men hesi síðstu árini hevur Vinnuháskúlin í Havn havt lyndi til at leypa maskinistskúlan um við teirri avleiðing, at næmingar ikki eru tiknir inn á maskinistskúlan.
- Heldur ikki í januar í ár vórðu næmingar tiknir inn á maskinistskúlan, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta er eitt rák, sum hóvar teimum í Maskinmeistarafelagnum serstakliga illa, tí tað kann bróta fakið niður.
- Hetta er ógvuliga keðiligt, tí kemur stígur í maskinistskúlan, kann tað fáa áhugan fyri fakinum at fjarða burtur og sostatt er vandi fyri, at fakið verður niðurbrotið.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur sostatt, at verður maskinistskúlin fluttur til Klaksvíkar, kann tað verða ein ávís trygd fyri, at minst ein flokkur av næmingum verður tikin inn um árið og tað sær hann ein stóran fyrimun í.
Ábyrgd
Men Páll Hansen leggur afturat, at verður skúlin fluttur til Klaksvíkar, krevur tað eisini, at politikararnir eru serstakliga tilvitaðir um ábyrgdina teir hava fyri skúlanum.
- Hetta er ein skúli, sum krevur nógva útgerð, men tað knípur longu sum er at játta nóg mikið av pengum til útgerð og amboð til Vinnuháskúlanum, vit hava í Havn,
- Tí mugu politikarar gera sær greitt, at verður ein partur av skúlanum fluttur, mugu teir eisini vera til reiðar at játta pengar til neyðuga útgerð og amboð, sigur Páll Hansen.
Hinvegin hevur tað eisini verðið ført fram, at tað verður eitt bakkast fyri fakliga umhvørvið at flyta skúlan til Klaksvíkar heldur enn at varðveita ein sterkan, fakligan depil í Havn.
Men tað heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki verður nakar trupulleiki, tí útbúgvingarnar eru ikki ókendar í Klaksvík og verður skúlin mentur í Klaksvík, mennist tað fakliga umhvørvið eisini.