Seinni í ár flytur Helen Frances Leslie-Jacobsen til Føroya at búgva. Í desember byrjaði hon í nýggjum starvi sum lektari á Setrinum, og næstu tíðina fer hon at ferðast millum universitetið í Bergen, har hon leiðir granskingarverkætlanir, og Setrið í Havn, har hon skal granska og undirvísa í miðaldarbókmentum og skaldskapi á manna munni.
– Eg eri von við at flyta, og nú tá ið eg flyti til Føroya, verður tað fjórða landið, eg skal búgva í, sigur Helen Leslie-Jacobsen við Sosialin um vikuskiftið.
Hon var fødd í Liverpool, men vaks upp í ymiskum býum í Onglandi. Hon hevur eisini búð í Íslandi, og í løtuni býr hon í Noregi.
– Eg havi havt áhuga í Føroyum í langa tíð. Fyri meira enn tíggju árum síðani var eg á summarskeiði í Føroyum, og nýliga havi eg staðið fyri einari norskari verkætlan um føroysk kvæði. Tá ið eg sá, at starv var leyst á søkja á Setrinum, hugsaði eg, at eg kundi royna at søkja tað, sigur hon.
– Eg dugi longu nakað av føroyskum, men eg ætli mær at læra meg málið betur. Eg ætli mær við tíðini at undirvísa á føroyskum, men fyrstu tíðina fari eg helst at brúka norskt. Tað er eisini týðandi fyri mína integratión í føroyska samfelagið, at eg dugi málið, sigur Helen Leslie-Jacobsen.
Helen stúrir ikki fyri at flyta úr størri landi til minni land og stundum smáar umstøður í Føroyum.
– Eg vaks upp á bygd í Onglandi, og eg havi búð á bygd her í Noregi, so eg eri von við, at búgva á minni plássum. Eg kundi eisini hugsað mær at búð á bygd, tá ið vit flyta til Føroya, men eg veit eisini, at tað verður stór avbjóðing at finna bústað í Føroyum, sigur hon.
– Eg havi fleiri ferðir flutt millum lond, og tí ræðir tað meg ikki at flyta til Føroya. Tað truplasta verður helst at fáa nýggjar vinir, tí tað kann vera trupult at fáa nýggjar vinir á nýggjum staði, serliga tá ið tú ikki ert ung. Eg havi ikki børn, og nógvar kvinnur á mínum aldri hava børn, so tað er eisini nakað, sum kann spæla inn, heldur hon.
Helen hevur dupultan ríkisborgararætt – hon hevur bæði bretskt og norskt pass.
– Føroyingar líkist meira bretum, og føroyska samfelagið líkist meira tí bretska. Føroyingar eru vinarligari enn norðmenn og meira fyrikomandi og opnir. Føroyingar vilja gjarna práta við teg, men tað eru norðmenn ikki so hugaðir fyri, sigur Helen og leggur skemtandi afturat:
– Føroyingar skilja sum bretar eisini týdningin av at drekka te.
Longri samrøða við Helen Frances Leslie-Jacobsen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.