(Keypmannhavn): FCK-venjarin var sum vera man sera fegin og errin eftir sigurin á Manchester United í Parkini mikukvøldið.
- Eg eri stoltur av, at spælararnir stríddust so hart fyri at vinna hendan dystin. Seinastu 10 minuttirnar orkaðu teir næstan ikki at ganga, men teir kláraðu at halda tætt. Eg eri stoltur av hesum sigrinum, hetta er ein stór løta fyri FCK, segði Ståle Solbakken.
- Dysturin var tættur, og vit vóru heppnir at vinna dystin. Tú mást verða heppin, um tú skalt vinna ímóti einum slíkum liði sum Manchester United, segði FCK-venjarin.
- Vit høvdu tamarhald
(Keypmannahavn): Lagið var langt frá tað sama eftir dystin ímóti FCK, sum tað var dagin fyri dystin. United-venjarin, Sir Alex Ferguson, var vónbrotin eftir tapið ímóti FCK, og hann ásannaði, at fótbóltur er ikki altíð rættvísur.
- Eg gevi ikki nøkrum skyldina fyri hetta tapið. Vit hava tapt ein dyst, og tað er tað, segði Ferguson.
- Vit høvdu tamarhald á dystinum alla tíðina, men tað var eitt vónbrot, at vit ikki skoraðu og lótu eitt mál fara inn eftir horna. Vit vistu, at vit skuldu ansa væl eftir teimum í sambandi við deyðbóltarnar.- Nú er okkara bólkur meira opin aftur, men um vit vinna næsta dystin ímóti Celtic, so hava vit vunnið bólkin, og tað er júst tað, sum vit ætla okkum, segði United-venjarin.










