Fyrimyndir geva okkum íblástur og motivasjón – serliga, um tey hava gingið á somu gøtum sum vit. Tað er gott at virða tey og seta tey høgt. Men í somu løtu sum vit seta tey á ein stabba, missa vit fatanina av, hvat hevur týdning.
Um vit víga lív okkara til at líknast einum og øðrum, er vandin tann, at vit bara vilja liva sum kopi’ir. Minst til, at okkara hetjur hava eisini veikar síður at berjast við. Hetta mátti sjálvt Paulus sanna, tá hann lýsir seg sjálvan soleiðis: “Tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum, og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði”. Og so leggur hann aftrat: “Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær”(1. Kor. 15, 9-10).
Soleiðis var eisini við Pæturi, tá Kornelius sendi boð eftir honum: “Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann. Men Pætur reisti hann upp og segði: »Statt upp! Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!« (Ápostl. 10, 25-26).
Tíverri eru ikki øll, ið vit síggja upp til, eins eyðmjúk. Vandin við hetjudyrkan er, at ein lætt kann seta sín individualitet til viks og missa vegin burtur, sum Gud ætlaði at vit skuldu ganga. Helst vil Gud læra okkum tað sama, men endamálið hjá øðrum, ferðing og tíðarbil vísa seg fullkomuliga øðrvísi enn títt egna.
Tað kann til dømis hugsast, at ein vinur byrjar eina fyritøku og forvinnur nógvan pening, men um tú sigur teg úr starvi fyri at gera tað sama, fert tú av knóranum. Ella ein starvsfelagi er í klæðum, sum rigga væl, og tá tú so letur teg í somu klæði, líkist tað einum sekki, sum er samanbundin um miðjuna. “Tí at Harrin, Guð tín, er oyðandi eldur, vandlátur Guð” 5. Mós. 4,24. orsøkin til hetta er ikki, at hann er smáligur ella revsandi. Men hann ynskir at verja okkum ímóti øllum sum kann taka sermerkið frá okkum, ella hótta viðurskifti okkara við hann.
Vit eru á tryggari grund, um vit gera Jesus til okkara hetju og hann, sum vit søkja leiðbeiningarnar frá.
(Kelda: ucb.dk)