Fólkaflokkurin, sum gjørdist vinnari á løgtingsvalinum í gjár við níggju løgtingslimum, hevði eisini eitt søguliga gott væl í Runavíkarøkinum, har flokkurin fekk heili 36,9 prosent av atkvøðunum.
Bill Justinussen, sum fyri tíð síðan gjørdist limur í Fólkaflokkinum og læt seg stilla upp á listanum hjá flokkinum hesaferð, endaði á einum sjeynda plássi við tilsamans 445 persónligum atkvøðum.
- Eg haldi, at veljarar í okkara øki hesaferð løgdu dent á at velja lokalt, og eg eri sera takksamur fyri undirtøkuna, sum flokkurin og eg persónliga fingu á løgtingsvalinum í gjár.
Í 1992 var Bill Justinussen við til at stovna Miðflokkin saman við Jenisi av Rana og øðrum.
Eftir at hava sitið í landsstýrinum fyri Miðflokkin við familju-og heilsumálum í hálvt annað ár í 2002 til 2004 við Anfinni Kallsberg sum løgmanni, varð Bill Justinussen valdur í løgtingið fyri Miðflokkin á løgtingsvalinum í 2004.
Hann sat á løgtingi fram til 2022, tá hann gjørdist ov stuttur og fall.
Nú er Bill Justinussen so aftur í løgtinginum - hesaferð umboðandi Fólkaflokkin.
- Tað er einki ilt millum meg og Miðflokkin, og eg fegnast eisini um góða valið hjá Steffani Klein Poulsen, har hann varð fyrstvaldur við heili 701 atkvøðum, og Jenis av Rana sum næst valdur fekk 363 persónligar atkvøður.
Vit kunnu leggja aftrat, at Sámal Hanni Lognberg endað á triðja plássi hjá Miðflokkinum við 198 persónligum atkvøðum og gjørdist ov stuttur hesaferð.
Tá vit spyrja Bill Justinussen, um ein møguligur landsstýrissessur hevði tiltalað hann aftur, um møguleikin beyðst, sigur hann, at so langt eru tey slett ikki komin í Fólkaflokkinum.
- Enn vita vit ikki, hvussu ein komandi landssstýrissamgonga fer at síggja út, og tí havi eg slett ikki hugsað tankan um møguligan landsstýrissess, sigur nývaldi fólkafloksmaðurin í dag.










