Eg eri ómetaliga fegin

Tað er nú endaliga staðfest, at hann hevði fulla heimild til alt, eg gjørdi í sambandi við ætlanina at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin

Eg eri ógvuliga fegin!

 

Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum.

Tað er nú endaliga staðfest, at hann hevði fulla heimild til alt, eg gjørdi í sambandi við ætlanina at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin. Tað hevur kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen staðfest í kanningini, sum hann almannakunngjørdi nú seinnapartin í dag.

 

- Hann hevur staðfest, at eg hevði fulla heimild at samráðast við privata felagið, CIP, um at gera tunnilin, og at gera avtalu við felagið, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Hann hevur eisini staðfest, at eg hevði heimild at halda avtaluna loyniliga, leggur hann afturat.

 

Hann er serliga fegin um, nú er tað eisini staðfest, at arbeiðið, embætisfólkini í innlendismálaráðnum, gjørdu, var lýtaleyst, tí tey hava tolt harðar atfinningar fyri tað, sum er hent.

 

Kári P. Højgaard ásannar, at tað einasta, sum verður funnist at honum fyri, er at hann ikki gav løgtinginum útrokningar frá Landsverki, sum vísti, at ein privatur tunnil fer at vera 1,9 – 3,0 millardir dýrari enn enn ein almennur tunnil.

 

Kári P. Højgaard sigur, at hann hevði ikki álit á teimum tølunum, og tað hevur hann framvegis ikki. Hann vísir á, at eitt gott ár frammanundan, var Landsverk komin til ta niðurstøðu, at privati tunnilin kostaði 800 milliónir meiri enn ein almennur og hann skilir ikki, hvussu hann kundi dýrka so nógv upp á eitt ár.

 

Hann sigur, at ymisk viðurskifti gjørdi, at hann hevði ikki álit á Landsverki. Eitt var, at Landsverk hevði áður víst á, at atkomuvegirnir í sambandi við tunnilin fóru at kosta 600 milliónir krónur.

 

- Tað loypti rættiligt øði í, hóast tað ikki passaði, tí tað var við í prísinum hjá tí privata felagnum.

 

Eitt annað var, at Landsverk helt á at arbeiða við eini brúgv tvørtur um Skálafjørð, hóast Løgtingið hevði samtykt, at ongin brúgv skuldi vera um fjørðin, men at rundkoyring skuldi vera undir Tangafirði og so ein tunnil upp á Strondum og ein á Toftum.

 

Hinvegin ásannar hann, at tað er lætt at vera eftirsnarur, og at hann átti at latið løgtinginum upplýsingarnar eisini, hóast hann ikki hevur álit á teimum. 

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Kári P. Højgaard segði, tá hann í dag var gestur í Rásarúminum hjá Rás2.