Eg eri ikki vaknaður við kaldan dreym av málinum um Frøyanes

Málið um Frøyanes er als ikki eindømi í Føroyum. Og hetta er ikki annað enn ein heilt náttúrlig avleiðing av lógini, soleiðis sum m.a. útróðrarmenn hava góðtikið hana sigur Essa Petersen

? Hetta eigur ikki at koma óvart á nakran.

? Tí hetta er als ikki ikki eindømi í Føroyum.

? Og hetta er í veruleikanum bara ein náttúrlig avleiðng av lógini um vinnuligan fiskiskap.

Essa Petersen, formaður í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, LVÚ, sigur, at málið um Frøyanes hevur ikki fingið seg at vakna við kaldan dreym.

Tí hann sigur, at tað er onki nýtt í Føroyum, at skip verða koyrd í bólk saman við útróðrarbátum, hóast tey eftir stødd áttu at verið í einum øðrum bólki.

? So at onkur bátur kemur afturat, havi eg bara bíðað eftir.

Formaðurin í LVÚ sigur, at hetta er ein avleiðing av, at, at fiskirættindi kunnu keypast og seljast.

? Endamálið við at tað skal bera til at keypa og selja fiskirættindi, er at vinnan skal laga seg til fiskiskapin.

? Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið so stórar heimildir, at tað krevst ikki meiri enn ein kunngerð frá honum at forða fyri keypi og sølu í ávísum bólki.

 ? Men vil hann hava meiri ferð á tillagingina, hevur hann hinvegin eisini heimild til at flyta skip ímillum bólkar og til at ?lata bólkar uppaftur?, tá ið hann hevur hug til tað.

Blása við mjøli

Essa Petersen sigur, at tað er so langt síðani at føroyingar sjálvir sluppu at gera tað, sum so nógv hava øst seg upp um, at vágamenn gera við Frøyanesi, so tað er onki nýtt.

? So teir, sum stilla seg at blása nú, hava mjøl í munninum-nevniliga at koyra bátar í annan bólk enn tann, sum teir skuldu verið í eftir støddini.

? Upprunaliga vóru útróðrarbátarnir bólkaðir sundur í bólkar, har allir undir 20 tons vóru í einum bólki.

? Men so varð markið lækkað niður í 15 tons. ? Úrslitið av tí var, at einir 40 bátar afturat komu upp í bólkin hjá teimum størru útróðrarbátunum.

? Somuleiðis varð tann broyting gjørd, at nú skuldi tað ikki bara verða støddin, sum var avgerðandi fyri, hvørjum bólki, bátarnir skuldu vera í, men motororkan.

? Gongdin bleiv so tann, at bátar uppá 18-19 tons, har eigararnir ikki høvdu fingið tað at bera til at trola, blivu keyptir og lagdir.

? Og so fingu 80-tonsarar loyvi at brúka dagarnar, uttan at dagarnir blivu umroknaðir og vektaðir upp ímóti hvørjum øðrum.

? Úrslitið er sjálvsagt, at trýstið á fiskastovnarnar vaks, tí ein fiskidagur hjá einum 80 tonsara er nógv effektivari enn ein dagur hjá einum 18 tonsara.

? Tað eru eisini partrolarar fluttir úr bólki tvey, sum er bólkurin fyri partrolarar, og koyrdir í bólk fýra saman við útróðrarbátunum og teir fiska undir somu treytum sum útróðrarbátarnir.

? At onkrir av hesum bátunum, eru útgjørdir við dysum, sum geva teimum einar 75 hestar eyka fyri hvørjar 100 hestar, sum motorurin hevur, verður ikki tosað um


Kroystir at selja

Formaðurin í LVÚ sigur, at útróðrarbátarnir fingu so fáar dagar, at nógvir teirra vórðu kroystir at selja.

? Bátar undir 20 tons fingu bara 75 dagar í part við góðkenning av Meginfelag Útróðrarmanna.

Hann sigur, at hetta førdi til, at útróðrarbátar stevndu til Havnar at mótmæla.

Úrslitið av tí var nógv umrøddi Viðareiðis-fundurin, har tað varð avtalað, at bólkurin við teimum smáu útróðrarbátunum fekk 5.000 dagar afturat.

? Men endamálið var eyðsýnt longu tá, og hevur verið tað síðani. Og tað er at pína útróðurin so langt niður, at útróðrarmenn verða kroystir at selja, sigur Essa Petersen.

? Tí er tað, at fiskirættindi kunnu keypast og seljast er nakað, sum spøkir alla tíðina.

? Og útróðrarmenn eru sjálvir atvoldin til, at fløkjan í fiskidagaskipanini er blivin so stór, tí teir hava sjálvir góðtikið skipanina, við teimum høvuðsreglum, sum hon hevur

? Og tí kann Frøyanes ikki kallast annað enn ein náttúrligur partur av gongdini, soleiðis sum hon hevur verið seinastu árini, sigur Essa Petersen.