Eg eri ikki komin fyri tónleikin

Tað besta við G! er stemningurin. Øll fólkini eru so glað, sigur Brandur Leivsson Hansen, ið er á G! fyri samveruna heldur enn tónleikin.

- Annars er tað, ið mær dámar við G! samveran og tað, at man kann ganga runt og tosa við fólk. Bæði tey, ið man ikki hevur sæð í longri tíð, og tey, ið man ikki kendi frammanundan.


Hóast G! Festivalurin er ein tónleikafestivalur, so er tað als ikki tónleikurin, ið myndar festivaldagarnar hjá Branda.


- Eg eri ikki komin fyri tónleikin. Eg fylgi bara streyminum. Um tey, ið eg eri saman við hava hug at lurta eftir onkrum, so gangi eg bara aftaná teimum. Tað sigur mær ikki so nógv, sigur Brandur Leivsson Hansen.