Hvat ger teg glaðan?
At fara til bakaran og keypa rundstykki, og møta einum smíli. Kann vera smá ting, og at fólk trívast við tí, tey fáast við.
Hvat hevði tú gjørt, um tú ikki var tónleikari?
Antikkhandlari tí mær dámar væl gamlar møblar ella sálarfrøðingur.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
David Gray, Fleetwood Mac og ensku songkvinnuni Dido.
Hvussu ger tú fyri at "skora"?
Líka nógvir mátar at gera tað uppá, sum tað eru damir.
Hevur tú damu?
Nei, púra fríur.
Nær var tú seinast fullur?
Tað eru einar tvær vikur síðani, eg hevði kenning.
Hvør er kendasti persónur tú hitt?
Kim Larsen hitti eg á einum festivali. Ein sera kendur sviði, sum eitur Bjørn Skifs, var eg á palli saman við í summar.
Hvussu kendur vil tú blíva?
Eg eri ikki áhugaður í at blíva kendur. Eg vil, at fólk skulu dáma mín tónleik, men tað er sjálvandi lættari at gera tónleik, um man er kendur og kann liva av tí.
Er tú ríkur?
Tað kemur an uppá, hvat tú meinar við ríkur - eg eri lukkuligur, men eg eigi ongan pening.
Hvønn eginleika hjá tær sjálvum er tú glaðast fyri?
Eg dugi væl at lurta.
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
Eg havi oftani ringa samvitsku. Eg vil fegin gera øll nøgd, og tað ber ikki rættiliga til. Men eg eri vorðin betri til at siga mína meining.
Hvat ger teg illan?
Snævurskygni og fanatisk fólk, sum halda, at tey kenna allan sannleikan.
Trýrt tú uppá gud?
Trúgvi, at tað er meiri millum himmal og jørð, enn vit vita.
Hvar hevði tú vilja verið beint nú?
Í Føroyum
Leingist tú til Føroyar
Eg longdist slettis ikki fyrstu tvey árini, men nú eri eg farin at leingjast. Í Føroyum eru bara 50.000 fólk, men ótrúliga rík mentan, ið ikki er at finna aðrastaðni.
Hvar fer tú at búgva, tá tú blívur stórur?
Eg ætli mær at ferðast við vindinum eina tíð aftrat. Kanska flyta til eitt enskttalandi land um nøkur ár. Tá eg klári at liva av mínum tónleiki, flyti eg aftur til Føroyar.
Hvar keypir tú tíni klæðir?
Eg keypi tað mesta í second hand handlum. Hjá Reyða Krossi finni eg oftani nógv klæði. Gomul og brúkt klæði sita perfekt uppi á mær, tey innihalda ikki kemisk evni og hava nógv betri góðsku enn nýggj klæði.
Hvør er tín lívrættur?
Eg elski mat og at eta. Skerpikjøt er avgjørt ein av mínum lívrættum, tað burdu føroyingar útflutt og selt dýrt.










