– Eg eri ikki serliga heitur fyri at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
Tað vakti ans fyrradagin, tá ið felagsskapurin, Sosialistisk Ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, almannakunngjørdi, at tey fara at virka fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum.
Les eisini: Vilja hava fría fosturtøku í Føroyum
Aksel V. Johannesen vísir á, at ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum er eitt sjálvstøðugt felag við sjálvstøðugum meiningum.
Tað heldur hann er bæði sunt og gott, hóast sjónarmiðini ikki altíð sampakka við sjónarmiðini hjá móðurflokkinum. Men tað er eisini galdandi fyri nógv onnur av teimum politisku ungmannafeløgunum, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann á, at slík mál, sum spurningurin um fosturtøku, er ikki eitt floksmál og sostatt stendur tað hvørjum tingfólki sær, frítt fyri at hava sína egnu støðu.
Hann ásannar, at nettupp av tí, at spurningurin um fosturtøku er so umstríddur, og sjónarmiðini so ymisk, er tað næstan ógjørligt hjá eini samgongu at semjast um ein politikk á økinum.
– Fosturtøka er heldur ikki ein spurningur, sum er á dagsskránni hjá hesi samgonguni, leggur hann afturat.
Hinvegin stendur tað hvørjum tingfólki sær, frítt fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið, eisini uppskot um umstrídd mál, og so atkvøðir hvørt tingfólk eftir síni egnu sannføring.
Tað var júst hetta, sum hendi, tá ið fýra tingfólk úr fleiri flokkum, løgdu uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina so at samkynd sluppu at giftast í Føroyum, og í tí málinum atkvøddu tingfólk so eftir síni egnu sannføring.
Les eisini: Vápnahvíld um fosturtøkur í Føroyum
Sjálvur ásannar Aksel V. Johannesen, at hann ivast í, hvussu heitur hann er fyri at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum. Hinvegin heldur hann, at tað er einki at ivast í, at fosturtøkulógin, sum er meiri enn eina hálva øld gomul, kundi trongt til at verið endurskoðað, tí har eru ásetingar í, sum ikki hóska seg til nútíðarsamfelagið.
Men hann ásannar eisini, at upp á standandi fót fær hann ikki sagt akkurát, hvørjar dagføringar, hann heldur kundi verið gjørdar, tí áðrenn hann kann siga tað, má hann hyggja lógina ígjøgnum aftur.
Men tær ferðir, spurningurin hevur verið uppi í Løgtinginum, hava víst, at tingfólk standa langt frá hvørjum øðrum, tí summi vilja hava fría fosturtøku, men onnur vilja banna fosturtøku.