Føroyska Victoria Wild, sum arbeiðir sum strippari í Danmark, skal í kvøld undirhalda í Havn. Hon kennir seg eitt sindur eygleidda, nú hon er komin til Føroya. Útlendskir stripparar hava av og á vitjað í Føroyum og havt show fyri føroyingum, men tað er meira óvanligt við føroyskum stripparum.
Í kvøld fer Victoria Wild, sum er føroysk og eitur Beinta, at undirhalda í Deep náttklubbanum í Havn.
- Eg havi leingi ætlað mær at strippa í Føroyum, og nú verður tað. Eg eri eitt sindur stolt av at vera føroyingur, og eg eri ikki flov av at vera strippari, sigur Victoria Wild.
- Eg havi ikki fingið so nógvar viðmerkingar, síðani eg kom til Føroya, men eg kenni meg eitt sindur eygleidda. Tað geri eg ofta, tá eg eri í Føroyum, sigur hon.