Jústinus Leivsson Eidesgaard, journalistur, hugleiður um dagarnar á Facebook um eina eiturkopp, hann hevur í húsunum hjá sær á Hellunum:
“Her í einasta rúminum í húsunum hjá mær á Hellunum, sum hevur suðurvendan glugga, býr ein eiturkoppur. Eg haldi, at hann hevur hildið til her í nøkur ár. Hann býr í ovasta vinstra horni í vindeyganum. Hann er ein fittur fýrur og ger sítt dagliga arbeiði, og annars er hann fyri tað allarmesta í frið og situr í meditatión, meðan flugur koma í netið. Eg veit ikki um hann etur alla fluguna, ella um hann bara sýgur blóðið, men eftir nøkrum døgum er flugan heilt burtur, um hon fúnar ella um hann etur alla, veit eg ikki.
Í dag liggja leivdirnar av trimum flugum í nótini, og tað er sjálvdan meira. Hann er ikki grammur eins og vit menniskju og leggur í løður. Hann tekur einans tað honum tørvar og eg læri av honum og eri vorðin góður við hann.
Nú er hesin eiturkoppur vorðin ein trupulleiki.
Tá ið fólk koma inn her á Hellunum og ljóst er í veðrinum, sæst nótin í vindeyganum og okkara uppvøkstur sigur, at tað boðar frá skittligheit og óterligheit at hava sjónligt eiturkoppaspinn inni.
Eg havi onkuntíð roynt at minka nótina eitt sindur, latið sjálvt heimið hjá mínum vinmanni, kjarnuna í nótini staðið eftir. Men tá fer vinurin beinanvegin í gongd aftur og spinnur út í eitt heilt fram til at nótin aftur hevur fingið sína fullu stødd. Eg taki synd í honum og havi lovað mær sjálvum, at hereftir fær nótin frið. Og so verið eg noyddur at taka hetta upp við konuna, um nøkur interessukonflikt kann koma millum okkum hjúnini av hesum ávum.
Gud hevur skapt eiturkoppin, eins og hann hevur skapt meg og slektskapur er okkara millum. Vit koma frá somu keldu, somu upphavsmegi. Eg visti ikki, at man kundi blíva góður við ein eiturkopp, tað veit eg nú.”