Eg eri góður við Danmark, og eg haldi enntá við donskum landsliðum...

...um vit sjálvi ikki eru við. Men eg eri betri við Føroyar og føroysk landslið

Eg eri góður við Danmark, og eg haldi enntá við donskum landsliðum, um vit sjálvi ikki eru við. Men eg eri betri við Føroyar og føroysk landslið. 

 

Sjálvur havi eg havt tað fragd at hava búð í Danmark. Lisið har, og livað sama við dønum. Eg skal onki ilt bera teimum. Stak fitt og fryntilig fólk, men nógv øðrvísi enn vit føroyingar. Hugsaði tá, at tey burdu vita eitt sindur meira um okkum her í Føroyum. Men má so sjálvur viðganga, at eg veit ikki serliga nógv um Danmark. So tað er líkasum líka fyri líka. 

 

Tað verður mangan skotið okkum loysingarfólkum í skógvarnar, at vit einki vilja hava við Danmark at gera. Sjálvandi vilja vit tað. Serliga røsk at pástanda tað eru sambandsfólk, og ikki bert tey í Sambandisflokkinum. Tað er als ikki satt, vit eru góð við Danmark, men bara betri við Føroyar. Tað er munurin. 

 

Seinasta herferðin hjá Sambandsflokkinum mótvegis okkum loysingarfólkum er, at nú skulu vit niður til Danmarkar at bróta tað niður, sum er uppbygt millum londini. Aftur her; tað er tvætl og óseriøst.  

 

Vit vilja niður á Fólkating, fyri at leggja lunnar undir at byggja Føroyar upp til eitt sjálvstøðugt land.  Vit hava sama politikk í Føroyum, sum vit hava í Danmark. Vit bera onki agg mótvegis dønum. Heldur ikki tá teir arbeiða ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum. Tað er líkasum bara teirra uppgáva. Teir ynskja ríkisfelagsskapin, tí Føroyar er ein fongur fyri eitt og hvørt land. Tað manglar bara, at vit sjálvi varnast tað. 

 

So nei, vit ætla ikki niður at bróta nakað gott niður. Men ríkisfelagsskapurin og hetta at vit sjálvi ikki sleppa at sita við borðenda í ØLLUM málum, sum viðvíkja okkum her, er ikki gott fyri Føroyar og føroya fólk. Tað hava vit upplivað fer eftir fer og seinast við radaramálinum.  

 

Sjálvandi er tað best og rættast, at vit sjálvi avgera okkara egnu viðurskiftir og framtíð. Tað er at virða okkara aldargamla sambandi við Danmark, og ikki minst, tað er at virða tað føroyska fólkaræði. 

 

X við E 

 

Jóhan Christiansen