Eg eri eitt sindur vónbrotin

Eysturoyartunnilin verður ikki lagdur fyri Løgtingið fyrrenn eftir ólavsøku. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Sostatt verður tíðin hjá Løgtinginum at viðgera málið sera knøpp.

 

Landsstýrismaðurin bar uppskotið um Eysturoyartunnilin í Løgtingið í gjár. Men hann hevur fingið at vita, at tað eru ikki umstøður at leggja tað fram fyrrenn á einum fundi eftir ólavsøku.

 

Tað er landsstýrismaðurin eitt sindur vónbrotin av, og nú er eitt sindur av fjáltri komin á hann, tí hann sigur, at nú verður tíðin hjá Løgtinginum at viðgera málið reiðiliga knøpp.

 

- Vit hava avtalað við danska felagið, sum vit hava sáttmála við um tunnilin, at hann skal vera undirskrivaður í seinasta lagi leygardagin 31. august

 

- Men mitt í august verður ársfundur í Útnorðurráðnum, og har fara nakrir dagar.

 

Annars plagar steðgur at vera í tingarbeiðnum í allan august mánað til einaferð í september.

 

- Men eg vóni, at Løgtingið fær stundir at avgreiða Eysturoyartunnilin áðrenn, sigur hann.

 

- Vilja vit hava tunnilin, er tað neyðugt, leggur hann afturat.

 

Tað eru trý uppskot um Eysturoyartunnil, eitt frá Kára P. Højgaard, eitt frá andstøðutinglimunum Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen og eitt uppskot er frá Framsókn.

 

Kári P. Højgaard vónar, at øll trý uppskotini verða tikin til viðgerðar undir einum fyri at spara tíð.    

 

Uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið, er tað sama, sum hann hendi til hoyringar, og atfinningarnar, sum hava verið ímóti tí, hava ikki fingið hann at broytt tað.

 

Men hoyringsskrivini eru so løgd við uppskotinum.

 

Hann sigur, at politisku flokkarnir hava sett nakrar spurningar til uppskotið, men hann vit ikki útgreina teir.

 

- Nú liggur so avgerðin í Løgtingsins hondum, staðfestir landsstýrismaðurin turrisliga.

 

Hann vil ikki siga nakað um, hvørjar avleiðingar tað fær, verður tað felt.

 

– Leggur tú so frá tær, spurdu vit landsstýrismannin?

 

– Tað havi eg onga viðmerking til. Men eitt politiskt sjálvmorð, sum at leggja frá tær, gert tú bara einaferð. Eg havi arbeitt eftir tingsins vilja, og tekur tingið ikki undir við tí, má eg taka støðu til tað, tá ið tann støðan er íkomin, sigur Kári P. Højgaard.