Judo
Teir hava barst móti hvørjum øðrum, síðani teir vóru sjey ára gamlir.
Í heimligu kappingini hevur tað ofta verið hips um haps, hvør teirra hevur verið omaná, men tá FM-kappingin var á skránni í apríl mánaði í ár, var tað Jógvan Páll Kristiansen, sum koppaði Hjalmari Johannesen.
Vant í loyndum
Fyri tveimum árum síðani var Jógvan Páll við undirlutan í finaludysti móti einum øðrum føroyskum íkðara, nevnliga Alex Joensen.
Síðani hevur málið verið gull á Álandi, og fagnaðurin var sjávlandi ovurstórur, tá tað stóð greitt, at málið var rokkið.
- Hesum havi eg stríðst fyri í tvey ár. Ikki minst havi eg lagt sera nógv fyri seinasta árið, so hetta er ein heilt fantastisk kensla.
Og tað at vinna móti Hjalmari, sum tú kennir somikið væl. Er tað øðrvísi, enn um mótstøðumaðurin kom av onkrari av hinum oyggjunum?
- Tað er tað heilt sikkurt. Vit hava vant saman við og barst móti hvørjum øðrum, síðani vit vóru sjey ár. Hann veit akkurát, hvat eg ætli mær at gera og øvut. So eg noyðist at venja í loyndum, so eg kann hava nakaðl, sum tekur hann á bóli.
- Men í dag fekk eg hann í haldigreb, og so ráddi bara um at halda fast. Og eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi hildið nøkrum so fast, sum eg gjørdi hasi 25 sekundini, segði ovurfegni gullvinnarin.
Merkti tað eisini tykkara fyrireikingar, at tit seinasta tíman vistu, at finalan skuldi standa millum tykkum báðar?
- Sjálvandi. Tað verður koyrt eitt sindur upp á hvønnannan. Eitt nú argaði eg hann við, at eftirsum eg vann FM, kundi hann kanska sleppa at vinna gullið hesaferð.
Best í verðini
Vinarlagið var tó avblást fyri eina løtu, og eftir nakrar intensar minuttir á máttuni, kundi Jógvan Páll seta sína egnu definitión upp á tað at vinna oyggjaleikir.
- Eg eri nokk tann besti í mínum vektflokki av øllum heimsins smáu oyggjum. So eg haldi sjálvur, at eg eri ein lítil heimsmeistari, ljóðaði staðfestingin frá manninum, ið sum tann fyrsti vann føroyskt gull á Oyggjaleikunum í Álandi 2009.