<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Eyð Berghamar Jacobsen gjørdist kend í Føroyum, tá lagið They did you wrong var við í kappingini MTV Samsung Nordic Unsigned. Lagið, sum beiggi hennara Kári Jacobsen hevur skrivað, vísti eina serliga songrødd, við einum spennandi og egnum úttrykki.
Seinastu fimm árini hevur Eyð savnað sær tónlistarligar royndir uttanfyri Føroyar. Í summar varð hon liðug við útbúgvingina, sum musical artist á Ballet Akademinum í Gøteborg. Nú fæst hon við tónleik, meðan hon leitar eftir musicalarbeiði.
Hon hevði júst upptikið eitt eyðkennislag, ið skal brúkast í eini nýggjari danskari sjónvarpssending, tá Planet.fo hitti hana. Vit spurdu hvaðani áhugin fyri tónleiki og sjónleiki er komin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sang inn 3 ára gomul
Eyð er væl yngri enn hini systkini og tvey av teimum fingust við tónleik. Beiggi hennara Kári sat í kamarinum og lurtaði eftir og gjørdi tónleik. Eyð plagdi at fara inn at lurta. 3 ára gomul sang hon fyrstu ferð okkurt inn saman við Kára. Men hetta var bara roks, sigur hon. Hon var 7 ár, áðrenn hon sang naka ordiligt inn. Tann sangin sigur hon seg enn verða góða við. Í jóla- og føðingardagsgávu fekk hon fløgur frá Kára. Hon heldur, at hann hevur givið henni nógv tónlistarliga.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sjónleikurin lokkaði
Systir Eyð, Vár og sjeikurin, ið seinni gjørdist maður hennara, Páll Danielsen, vóru longu tá virknir sjónleikarar. Eyð var vanliga og hugdi at teimum, hetta vakti áhugan fyri sjónleiki. Hon luttók í sjónleikaraskeiðum og spældi m.a. við í Leikhúsjól. Men áhugin fyri tónleiki var sterkari. Hon vildi gerast okkurt innan fyri tónleikin, hon vildi gerast stjørna.
Tað var ikki fyrr enn hon var farin undir triðja ár, á studentaskúlanum, at áhugin fyri sangleiki vaknaði, at sameina sang við sjónleiki og dansi var upplagt.
Hon royndi at finna onkran háskúla í Danmark, ið bjóðaði musical frálæru, men fann ongan. Tí valdi hon at fara til Svørríkis, har hon gekk á háskúlum í Skåne, áðrenn hon endaði á Ballet Akademinum. Hon sigur, at tey vóru 37 av skúlanum í Skåne, sum søktu inn á útbúgvingina. Seks av teimum sluppu inn, Eyð var ein teirra. Útbúgvingin tók trý ár, og hon lærdi sjónleik, dans og sang.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dámar at kappast
Tað er hugurin at gerast stjørna, ið hevur verið drívmegin aftan fyri luttøkuna, í teimum nógvu kappingunum.
Fyrstu ferð Eyð luttók í Ársins Songrødd var hon 12 ár. Í 1999 luttók hon í Prix Føroyum við bólkinum Siesta í 1999. Hesin bólkur broytti seinni navn til Deja vu, men hetta var uttan Eyð og hinar kórgenturnar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stjerne for en aften
Meðan hon var í Skåne, hoyrdi hon um Stjerne for en aften. Hetta var í 2001, tað fyrsta árið kappingin var. Eyð fór til upptøkuroynd, og kom við í sendingina. Men kom ikki víðari úr innleiðandi umfarinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Luttók í Pop Stars
Um sama mundi luttók hon í donsku útgávuni av Pop Stars á TV2. Her gekk rættuliga væl og hon var við inntil 25 fólk vóru eftir, men at endans gjørdist hon ov stutt. Hon sigur, at hon næstan ikki varð víst í sendingini.
Árið eftir fóru Eyð og floksfelagarnir, til upptøkuroynd til svensku Pop Stars. Eyð og ein vinkona komu víðari til triðja umfar. Hetta var tó rættuliga óhøgligt, tí tær skuldu til upptøkur í skúlatíðini, og noyddust at ferðast til Malmø hvørja ferð. Hon sigur, at tær løgdu nógvan dent á skúlan og vórðu tí sendar heim úr sendingini við tí dómi, at tað ikki tyktist, sum um tær vildu tað nóg illa.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nordic Unsigned
Fyri tveimum árum síðan spældu Eyð og Kári eini níggju løg inn. They did you wrong er eitt av teimum. Kári sendi lagið til kappingina Nordic Unsigned. Eyð sigur, at tað var øgiliga spennandi, tí hetta var egin tónleikur, og tí eitt sindur annarleiðis. Serliga at endans gjørdist tað ordiliga spennandi. Hon heldur, at hon er ein góður tapari, og vil heldur enn fegin fara aftur í slíkar kappingar. Tí tær eru ein góður møguleiki at koma fram, eisini um tú ikki vinnur - Nordic Unsigned hevur t.d. gjørt hana kenda í Føroyum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vil fegin spæla í bólki
Í løtuni fæst hon bara við tónleik.Hon kundi hugsað sær gjørt eina fløgu, kanska til útlendska marknaðin ella kanska til tann føroyska. Hon sigur, at hon verður útgivin á føroyska marknaðin nú, tí They did you wrong verður á Poplist 4.
Eyð sigur, at hon hevði kunna hugsa sær at fingið fleiri royndir við at standa á palli, við einum bólki, kanska einum sum spælir coverløg á spælistøðum o.t.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Um Eyð
Navn: Eyð Berghamar Jacobsen
Aldur: 23 ár
Føðistaður: Tórshavn
Bústaður: á Nørrebro, Keypmannahavn
Yrki: Musical artistur
Frítíðar ítriv: yrkið er mítt ítriv
Ljóðføri: einki
Yndislag í løtuni: Fields of Gold hjá Sting við Eva Cassidy
Vildi helst sungið duett við: Kylie Minouge