Nýggi áleyparin hjá HB, Daniel Elly Pedersen hevur sjálvsálitið í lagi. Í 71 dystum fyri Frem hevur hann eisini skorað 42 mál, so hann hevur nakað at hava tað í.
Tá hann skal samanbera seg við ein fótbóltsspælara, og útgreina hvat fyri týpa av spælara hann er, sigur nýggi danski áleyparin hjá HB: - Eg eri ein Antoine Griezmann týpa.
Daniel Elly Pedersen hevur hoyrt nógv gott um Føroyar frá øðrum donskum fótbóltsspælarum, sum hava roynt fótbóltseydnuna í Føroyum, og heldur tað ikki verða eitt afturstig fyri sína yrkisleið, at hann nú skal royna at skjóta mál í føroysku effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Daniel Elly Pedersen í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2.