Eg eri dapurskygdur upp undir val

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Hvat er tað besta við, at tað er val?

- Møguleikin, at vit fáa eitt álvarsligt skifti í føroyskan politikk, og at vit fáa fólkaræði og frælsi aftur á dagsskrá eftir fýra ár í eini politiskari rundkoyring.


Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?

- Eg eri dapurskygdur upp undir eitt val, og fólk finnast at mær fyri tað. Men eg rokni við, at atkvøðutalið hjá mær verður eitt sindur øðrvísi, nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi. Tað kann fara upp ella niður.


Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?

- Eg vóni og rokni við, at vit fáa framgongd.


Hvat etur tú valkvøldið?

- Tað verður neyvan stundir til at eta nakað serligt valkvøldið – ikki fyrr enn alt er liðugt.


Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?

- Vanliga er opið hús heima, og eg bjóði breyð við føroyskum viðskera, turra grind og okkurt at drekka.


Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?

- Eg havi keypt mær eina skjúrtu og eitt slips.


Hevur tú verið hjá frisør?

- Nei, men Hildur konan hevur klipt mær.


Hvør er tað stuttligasta valevnið?

- Arni Nielsen í Fámjin er heilt stuttligur – tað hava vit upplivað á hólmgongufundi millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Suðuroy. Hann var sera hittinorðaður upp á tann góða suðuroyarmátan.


Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?

- Eg brúki helst millum 20 og 25.000 krónur.


Hvør verður løgmaður eftir valið?

- Hóast tað er órealistiskt, so vóni eg at tað verður Høgni Hoydal ella eitt annað tjóðveldisumboð. Kanska ein kvinna.