– Tað er ongin ivi um, at vit eru á veg út av eggini, og tað við fullari ferð eisini.
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ávarar staðiliga ímóti útreiðsluvøkstrinum hjá samgonguni, har tey staðfesta, at útreiðslurnar eru hækkaðar 750 milliónir krónur hesi bæði seinastu árini.
Og hann er ikki einsamallur í andstøðuni um at fýlast á fíggjarpolitikkin hjá samgonguni og t tey tvíhalda um, at hetta fer ikki at ganga í longdini. Tey vísa eisini á, at tað eru nógvar útreiðslur, sum als ikki standa á fíggjarlógini, tí samgongan sigur, at semja skal fáast um tær seinni.
Ein av hesum útreiðslunum er 20 milliónir krónur, tað fer at kosta landið og kommunum í mistari skattainntøku næsta ár, at samgongan ætlar at samtykkja, at limir í fakfeløgunum nú skulu sleppa at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti. Í 2019 fer tað at kosta 20 milliónum í mistum inntøkum av skatti.
Og Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, er ikki ósamd í, at útreiðslurnar veksa og nógv.
– Eg eri »bekymrað« um gongdina, sigur Ruth Vang, sum eisini er forkvinna í fíggjarnevndini.
Hon vildi ynskt, at samgongan dugdi betur at tálma útreiðsluvøkstrinum. Men hon ásannar, at hetta er so tað, samgonga er samd um. Hinvegin leggur hon samstundis dent á, at skulu limir í fakfeløgum sleppa at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti, skal útreiðslan á fíggjarlógini ikki hækkast fyri tað, tí so skulu sparingar gera onkra aðrastaðni afturfyri.