– Eg eri B36-ari og havi altíð verið B36-ari

– Mamma mín er av Nesi og Pápi mín av Sandi, men eg eri Havnarmaður við stóra H kortini, sigur Fróði Clementsen, sum tað fyrsta, tá hann verður biðin um at greiða frá, hvør hann er

– Mamma mín er av Nesi og Pápi mín av Sandi, men eg eri Havnarmaður við stóra H kortini, sigur Fróði Clementsen, sum tað fyrsta, tá hann verður biðin um at greiða frá, hvør hann er.

Og tey allar flestu kenna Fróða frá fótbóltinum. Hann hevur spælt fótbólt alt sítt lív og er íðin B36-ari.

– Eg havi altíð havt áhuga í fótbólti. Beiggi mín hevur spælt fótbólt, tá eg var lítil, og tað hevur smittað av upp á meg, sigur 41 ára gamli havnarmaðurin.

– Eg vaks upp á einum forferdiliga vánaligum grúsvølli – beint við Eysturskúlan. Men har brúkti eg alla mína frítíð. Tá eg fór í fyrsta flokk, fór eg at sparka við B36, sigur hann.

Tað var ongantíð ivi í, hvat felag Fróði skuldi sparka við, tá tann tíðin kom. 

–Eg eri B36-ari og havi altíð verið B36-ari, staðfestir hann uttan himpr. Og hóast eg havi spælt fótbólt alla møguliga aðra staðni, so havi eg altíð verið vísur í, at eg eri B36-ari, leggur hann aftrat.

 – Ein yvirgang spældu mínir góðu kammeratar Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar við HB. Eg fjakkaði tá, og tað var ikki líka gott samband heim tá, sum tað er í dag, og tí hevði eg ikki fingið við, at teir høvdu flutt felag. Eg var so farin á netkafe í Avstralia, og tá lesi eg so tíðindini. Tað var mítt lívsins sjokk, sigur hann skemtiliga frá 

– Einaferð, meðan eg spældi við EB/Streymi, fór eg at hyggja at einum dysti millum HB og B36. Eg fór fyri at stuðla vinmonnunum í HB, og eg væntaði, at eg fór at halda við teimum. Men nei, eg vónaði so hjartaliga, at B36 fór at vinna tann dystin. Og tað gjørdu teir eisini – heili 6-0. So tað varð staðfest tá. Eg eri B36-ari líkamikið hvat, leggur hann aftrat.

Hetta vinalagið millum hesar navnframu fótbóltsleikararnar í Havn byrjaði í heimfelagnum B36, og hóast teir allir eru givnir at sparka við fremstu deildini, so eru teir enn við sum venjarir.

­Jákup hevur verið høvuðsvenjari, Fróði hjálparvenjari og Tróndur málmansvenjari. Ein tríeind, hevur verið sagt.

– Arbeiði og áhugin í fótbólti hevur hildið fram alla tíðina. Eg veit ikki, hvussu tað verður í ár. Eg ætlaði ikki at taka lut í venjingini, men tað kann væl verða, at eg geri tað kortini, flennir hann.

 

Les alla samrøðuna við Fróða í dagsins Sosiali, sum er borin út í hvørt hús í landinum.