– Eg eri als ikki nervøsur

– Tað hevur gingið so nøkulunda, sum vit høvdu roknað við.

 

Tað sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Pál Joensen, nú teir hava verið á OL í London í nakrar dagar og roynt seg í tveimum svimjikappingum.

 

Jón Bjarnason sigur, at tað kann als ikki samanberast at svimja 400m og 1.500m, sum er greinin hjá Páli.

 

– At svimja 1500 m og 400 m kann als ikki samanberast, sigur Jón Bjarnason.

 

– At svimja 400 m er sum at renna 800 m, og at svimjua 1.500 m er sum at renna 5.000 m. Tá kunnu rennarar tosa við, tí hesir rennarar hittast ongantíð á bananum. Vit venja í einum ekstremi, og teir í einum heilt øðrum ekstremi. Hetta kann als ikki samanberast, sigur Jón Bjarnason.

 

– Eg eri als ikki nervøsur, og tað er Pál heldur ikki, sigur Jón Bjarnason.

 

Hoyrið samrøðuna, sum Tróndur Arge frá Rás2 hevði við Jón Bjarnason fyrr í dag: